Kristjan á Neystabø, stjóri í FC Tórshavn, segði við Dimmalætting í gjár, at Sylla kemur ikki aftur til Føroya. Tað var fríggjakvøldið fyri hálvari aðru viku síðani, at hetta bleiv staðfest. Orsøkirnar aftanfyri hesa avgerð eru persónligar, men Dimma skilir, at tað er unnusta hansara, sum ikki ynskir at koma aftur til Føroya.
- Fyri okkara viðkomandi er tað sjálvandi ein missur, men vit havaframvegis ein góðan hóp at arbeiða við, sigur Kristjan á Neystabø við Dimmalætting.
Eftir farna kappingarár hevur B36 eisini sagt farvæl við Óbi, sum er farin til Skála at spæla. Hinvegin hava teir fingið bæði Allan Mørkøre, Ova Nysted og Helga L. Petersen, sum allir kunnu røkja álopsplássini.
Afturat hesum kemur møguliga ein brasiliumaður at kappast við teir. Dimma skrivar, at hesin kom til Føroya sunnudagin, og tí var trupult hjá Kristjan á Neystabø at siga, hvørt hetta er ein leikari B36 kann brúka ella ikki.