Sylvani Jakobsen til áminningar

Ólavsvøkudag í ár andaðist Sylvan Jakobsen og fór til gravar úr kirkjuni í Klakksvík leygardagin hin 3. august.
Við Sylvani hevur ein av okkara raskastu sjó­mon­n­um lagt árarnar inn. Sjólívið hjá honum byrjaði við árabáti á Syðradali á Kallsoynni og endaði við maskinbáti úr Klakksvík. Ímill­um hesi bæði førini kom Sylvan at eiga og standa á brúnni umborð á størri skipum. Ì eini 10 ár átti hann bæði Dragasund og Dragasund II, ið var gamla “Dagstjørnan”, og gjørd­ist stórur parteigari í “Sundenni”, sum hann førdi í eini tvey ár, og sum royndi við gørnum um várið og línu um summarið og vet­urin, seinni á laksaveiðu norðan­fyri. Alt sá ljóst út, og Sylvan læt í 1988 í Fraklandi byggja “Julius á Bakka” til tunfiskaveiðu, men honum untist tó bert at hava hann í tvey ár. Hann kallaði skipið upp eftir fosturpápanum á Syðradali. Sylvan gavst ong­antíð á sjónum. Kendastur man hann vera við skipi sín­um “Draga­sund”, sum sakk á Norð­havinum í 1988 eftir elds­bruna. Við “Draga­sund” førdi Sylvan mangan stóra fong til lands og landaði á Kósini. Tà var lív bæði á Kósini og ikki minni í egningarskúrunum á Stongunum, og nógv varð lagt fyri. Sjálvur fór Sylvan til skips sum 14 ára gamalur við “Dragasund”. Hann baldist á sjónum øll árini, og visti hann seg ikki at hava fingið nakra tímaløn uppi á landi.
Fyrstu ferð, eg hitti Sylv­an, stóð hann í Esbjerg um­borð á Jógvan S, tá ið vit loystu frá landi; Símun í Heimistovu var skipari og hevði konuna Henny niður við. Á heimferðini komu Else­beth og eg upp við at giftast. Sylvan var í vakrari føroyskari troyggju, sum móðir hansara, Svanhilda, ivaleyst man hava bundið. Síggi hann fyri mær, sum hann stóð so andbráður uppi á bakkanum til reiðar at draga endan inn. Og seinastu ferð, vit sóust, var í kirkjuni í Klakksvík til 50 ára dagin, tá ið Jabjørt og Sylvan vóru í kirkju, og hann segði mær, at nú stóð tað ikki væl til hjá sær, hevði fingið deyðiliga sjúku at stríðast við. Men hann var lættur í huga sum altíð og eyðkenda brosið hitt sama. Nú er loyst fyri síðstu ferð og lívsendin drigin inn.
Sylvan var sonur Svan­hildu, ið var gift við Juliusi á Bakkanum (Jacobsen) á Syðra­­dali á Kalls­oynni. Hann varð kall­aður upp eftir mostrini, Sylviu, sum var stødd í Danmørk, tá ið landið undir seinna heims­bar­daga varð her­sett, og sam­bandið við Før­oyar kvett. Svan­hilda kendi tað, sum hevði hon mist hana. Hon misti pápan og tveir brøður, sum fórust á heysti 1941 við “Morning Star”.
Sylvan eigur 2 systrar í Klakksvík, Jabjørt og Herfríð, og 2 systrar í Onglandi, Marga­ret í London og Kate í Troon. Pápi Sylvans var bretskur hermaður úr Hebrid­­un­um. Tað eydnaðist Sylv­ani at fáa gott samband við familj­una í Onglandi.
Óhapp kundu henda á sjónum sum á landi, og farið varð at leita eftir bátum, skip­um og monnum. Altíð var Sylvan fyrstur maður avstað, tað eg minnist, og ongantíð tók hann nakað fyri tað.
Tað er serliga ta eina árið, ið leitað varð, sum rennur mær ikki úr minni. Tað var, tá ið leitað varð eftir íslendska skipinum “Sjeystjørnuni”, sum fórst á veg úr Føroyum til Íslands við 10 monnum, 5 før­oyingum og 5 íslendingum, minn­ist meg rætt, og før­oysku skipini fóru at leita sam­an við íslendingum og øðrum í fleiri dagar norðan­fyri. Og tá ið leitað varð í 1971 eftir ”Dortheu” við røsku útróðrarmonnunum Esm­ari og Louisi í Útistovu í Klakks­vík, ið sjólótust, og serliga væl stendur í mínum huga, tá ið tað sama árið í tríggjar dagar varð leitað eftir Pól Jóhannisi hjá Sunnivu og Tórarenni Simonsen í Hvannasundi. Tá kom eg sjálvur at verða drigin uppí, men bert á landi, tí at eg var farin inn av Viðareiði til Hvannasunds at ugga Sunnivu og Tóra. Tá kom tann royndi og djarvi útróðrarmaðurin, sum dugdi so væl at skyna á streymi og veðri, Tóri, til mín og segði, at hann orkaði ikki, men bað meg royna og fáa fleiri skip út at leita, sum Sylvan hevði biðið um, tí at av veðri var hann ikki farin, tað kundi hann siga mær. Eg fór so yvir á telefonstøðina til Minu og Bella-Johan, og settu vit okk­um at ringja runt m.a. til skip og havnameistarar, ið kundu siga okkum, hvørji skip ið lógu inni og vóru á veg út, og spyrja, um tey kundu leggja leiðina framvið og vera uppi í leitingini. Men vit máttu siga teimum, at tey fingu einki afturfyri. Sjóverjan var á donskum hondum, og vildu teir bara sleppa og gevist við leitingini, søgdu seg ikki hava heimild til at gjalda nøkrum fyri stríðið. Nøkur skip vóru farin út og leitaðu undir danskari leiðslu, men føroysku skipini tosaðu sam­an á fiskabylgju og hildu seg mest til Sylvan. Sylvan var beinanvegin, tað frættist, farin avstað við “Dragasund” at leita. Hann var á veg aftur av útróðri og lá á Kósini og avreiddi, tá ið boðini komu. Hann fekk koyrt stamparnar í land á Stongunum og nakr­ar sundamenn umborð aftur­at og helt so avstað og kundi ikki skilja, hví ið fleiri før ikki koma út at leita. Vit høvdu telefonssamband við Sylvan, ið settu sera viðkomandi spurn­­ingar um støðuna hjá Pól Jóhannisi, brennievnið í tanganum og dunkunum, um hann dugdi at fáa luft­ina úr, um motorurin var upp­steðgaður tómur, o. fr. Vit fingu so beint hesir spurn­ingar víðari til pápan og givið Sylvan svørini. Síðan gjørdi Sylvan sær tær metingar, at báturin var ikki komin longur eystur enn nakrar fjórðingar úr Fugloynni, men hesum vildi danska sjóverjan ikki lurta eftir. Pól Jóhannis hevði verið við norskum línubáti og dámt væl, onkur segði hann hava sagt, at hann ætlaði sær at sigla til Noregs. Teir bóðu tí skipini leita longur eysturi, ja eysturi ígjøgnum. Tá so “Mei” kom út úr Runavík – vit høvdu tosað við Jákup Lamhauge, havnarmeistara, og fingið hann at fara í brúdleyp eftir skiparanum, Símuni, sum átti “Mei” – og Símun setti seg í samband við Sylvan, og Sylvan segði honum, hvar ið hann helt, at báturin var, og bað hann hyggja har á veg út. Og so var. “Mei” kom fram á Pól Jóhannis sunnumorgun. Eg var farin seint leygarkvøldið av støðini í Norðdepli yvir til Tóra og Sunnivu í Hvannasundi og segði teimum, at nú gjørdist ikki meir, 16 skip leitaðu ein dag afturat, eg hevði skrivað tey upp í bók, sum framvegis er til skjals, við hálvum fjórðringi millum sín eystureftir og síðan vest­ur­yvir aftur, áðrenn ið giv­ist varð at leita. Bøn varð hild­in í heiminum, og vit løgdu alt í Harrans hond. Eg fór so út til Viðareiðis, og tá ið eg morgunin eftir kom úr kirkju, komu børnini rennandi at siga mær frá, at nú var Pól Jóhannis funnin í øllum góðum. Tað var ein góður uppreisnarboðskapur at fáa sum afturljóð av tí, sum ljóðað hevði í kirkjuni og bønunum, ið bidnar vórðu. Sonn gleðiboð, sum vit kundu ikki takka nóg mikið fyri. Og Pól Jóhannis hevur síðan roynst sum ein av okk­ara frægu fiskimonnum og djarv­astu bakkamonnum, sum Jens Kjeld í Nólsoy eisini hevur skrivað um í bóklingi sínum. Altíð til reiðar at taka við avbjóðingum á sjógvi sum landi og veita eina hjálpandi hond.
Stutt eftir fór Pól Jóhannis at fiska við “Dragasund” við Sylvani. Og hann tuskast framvegis á sjónum sum faðirin og forfedrarnir. Men Sylvan hevur lagt árarnar inn, og vit lýsa frið yvir minnið um Sylvan Jakobsen. Harrin styrki teg, Anna, sum so trúføst hevur staðið undir lið Sylvans øll árini, og tykkum Thom, Jaspur og Helgu við familjum.
-----
np