Symfoniorkestrið

19. juni 1983 varð Føroya Symfoniorkestur sett á stovn. Tað vóru menn sum Kanny Sambleben, Bogi Lützen, Símun Waag, Alex Sólstein og norski lærarin Synnevåg sum tóku stigið. Tað fyrstu tíðina var manningin lítil og korini smá, men sum frá leið, blivu umstøðurnar soleiðis, at talan var um eitt veruligt Symfoniorkestur. Orkestrið fekk ein fastan peningaligan styrk um mánaðin frá Landstýrinum, sum helt lív í tiltakinum. Styrkin fáa tey enn, men hann er als ikki nóg stórur til at nøkta tørvin hjá tiltakinum, sum í dag hevur vaksið seg rættilga stórt.

 

Martin Mouritsen stjórnar fast Symfoniorkestrinum, men av og á loyva teir sær at fáa nýggjan íblástur frá dirigentum uttanífrá. Til heystkonsertina í ár hava teir verið i sambandi við so fjarskotin støð sum St. Pætursborg og heitt á ein nýútbúnan næming hjá kenda professaranum Ilja Musin um at koma hendavegin. Upprunaliga var tað tó maðurin sjálvur, sum setti seg í samband við Føroya Symfoniorkestur, tí hann helt, at tað hevði verið spennandi at komið hendavegin.


Onnur uttanífrá

Poul Jákup Thomsen er nevndarformaður í Føroya Symfoniorkesturi. Hann sigur, at nevndin helst vil manna orkestrið við teimum kreftum, vit hava her á landi. Konsertirnar eru eitt upplagt høvi hjá t.d. musikkskúlalærarum at royna seg sjálvan í staðin fyri altíð at læra frá sær. Nógv kend andlit, ið hava sína dagligu gongd á Frúutrøð, vóru eisini at síggja millum leikararnar, men samstundis vóru nógv púra ókend. Tað er partvís fyri at fylla holini, sum standast av vantandi tónleikarum her í landinum, men eisini fyri at menna støðið, at vit fáa góðar leikarar úr øðrum londum at spæla við. Tað eru heilt einfalt ikki nóg nógvir góðir tónleikarar í landinum til at halda tað støðið, sum vit ætla skal vera, greiddi Poul Jákup okkum frá.

Vanliga brúka føroysku útisetarnir, ið spæla tónleik uttanlands, høvið til at koma heim. Symfoniorkestrið hevur ikki nógvar pengar at taka av, so tey hava ikki ráð til at gjalda tónleikarunum beinleiðis løn, men teir fáa ferðina goldna, og Symfoniorkestrið syrgir eisini fyri innivisti til útlendingarnar. Nevndin hevur gott samstarv við orkestur í útlondunum. Stuðulsleikararnir koma oftast úr Danmark, serliga úr Kongaliga Kapellinum, sum Symfoniorkestrið leingi hevur havt tilknýti til.


Føroyskt og fjølbroytt

Verkini á skránni hesaferð eru: ?Gurre? hjá danska tónasmiðinum C.F.E. Horneman, ?Ælaveður? hjá Paula í Sandagerði og 7. symfoniin hjá Ludwig van Beethoven. Politikkurin hjá Symfoniorkestrinum er at spenna so víða sum møguligt. Øll ljóðførini skulu sleppa upp í part fyrr ella seinni, og samstundis royna vit at spæla so nógv stílsløg, sum gjørligt.

Hvørt ár bíleggur Symfoniorkestrið eitt verk frá einum føroyskum tónaskaldi. Fyrr hava verk verið spæld hjá t.d. Edvardi Nyholm Debes, Kára Bæk, Atla Petersen, Sunleivi Rasmussen og Kristiani Blak, og í ár var Pauli í Sandagerði biðin.