Í mars verður ein øðrvísið framsýning í Norðurlandahúsinum, har vit sjálvi sleppa at sýna fram.
Í flestum heimum hanga listaverk, nú gevur Norðurlandahúsið okkum øllum møguleikan at sýna okkara list fram.
Áhugavert hevði verið at sæð nøkur av listaverkunum og hoyrt um, hví tey hava týdning fyri eigaranar. Tí vilja vit fegin læna títt yndislistaverk til eina felagsframsýning í Norðurlandahúsinum, sum letur upp 14. mars 2014, skrivar Norðurlandahúsið um framsýningina.
Tey, sum vilja verða við skulu fyrst senda ein meyl til norðurlandahúsið á: [email protected]. Freistin er 3. mars 2014.
Í meylinum skal vera mynd av verkinum, har tað hongur í sínum dagliga umhvørvi, Upplýsingar um listaverkið: listafólk, heiti og árstal um møguligt, navn og telefonummar hjá eigaranum.
.
Eisini skal skrivast hví tær dámar verkið ella hví verkið hevur týdning fyri teg. Kanska er ein søga knýtt at verkinum, sum tú hevur hug til at fortelja, hesin tekstur skal í mest lagið vera 100 orð.
Norðurlandahúsið tekur í móti listaverkunum í vikuni 3. mars til 9. mars, og framsýngini er frá 14. mars til 28. mars.
Mynd og tekstur skulu brúkast til ein bókling, sum verður gjørdur í sambandi við framsýningina. Um onkur ynskir at vera navnleys, skal hetta viðmerkjast í meylinum.
Vit høvdu verið fegin um ordiliga nógv luttaka, og vit lova at ansa eftir og tryggja yndislistaverkini hjá tykkum. Vit vóna at pláss verður fyri øll listaverkunum.