Trúfast hava teir 54 sangararnir í Ebenezer-kórinum møtt til kórvenjing hesa seinastu tíðina, samstundis sum tey hava sæð fram til páskahátíðina.
Tey hava vant ein hóp av sangum, teir flestu á enskum máli, men eisini nakrar føroyskar sum skulu framførast á ymiskum støðum í Onglandi hesar komandi dagarnar.
Eitt er, at tey skulu á konsertferð. Men at skulu syngja í sjálvari Royal Albert Hall, har minst 5000 fólk fara at lurta, er ein møguleiki sum fáum verður untur.
Tað er kortini júst henda forvitnisliga upplivingin og avbjóðingin, sum teimum stendur fyri leygarkvøldið í komandi viku. Tá verður nevniliga eitt serstakt “Praise Proms” í hesi heimskendu høllini, har føroyska kórið altso telur eini 10% av sangarunum.
- Hetta er nakað sum vit øll gleða okkum ómetaliga nógv til, sigur ein av sangarunum, Henry Olsen við Sosialin. Ferðin byrjar í dag og verður ferðalagið, sum íalt telur 70 fólk, aftur 2. páskadag.
Kórleiðari í Ebenezer-kórinum er Jens Christian Guttesen, sum hevur leitt kórið síðani 1984. Hann avloysti tá faðir sín, Jens Guttesen sum kórleiðara.
Land og Hope and Glory
At ferðast uttanlands er ikki ókent fyri Ebenezer-kórið, sum varð stovnað í 1937. Longu 11 ár seinni var kórið á síni fyrstu uttanlandsferð.
Tey hava hesi 70 árini verið á ferðum í m.a. Íslandi, Danmark, Skotlandi og heilt í Rumenien. Í ár stendur so enski høvuðsstaðurin og Royal Albert Hall fyri.
Venjingarnar til ferðina byrjaðu av álvara eftir nýggjár, og til “prom’ina” leygarkvøldið hava tey serliga vant til tann seinasta hálva annan mánaðin. Henda venjingin er gjørd við nótum og við fløgum, har allar røddirnar hava verið á, soleiðis at føroysku kórlimirnir kundu fáa eina kenslu av teimum sangunum, sum hesi 500 fólkini og teir 5000 áhoyrararnir skulu syngja hvør sær og í felag.
- Ikki óvæntað skulu vit sjálvandi syngja “Land of Hope and Glory” saman við øllum hinum. Tað verður ein heilt serstøk uppliving, sigur Henry.
Hetta Proms Praise hevur eisini ein hátíðardám yvir sær í ár. Hetta er 30. ferðin at tiltakið verður fyriskipað. Øll árini hevur sami kórleiðari verið - og hann fer sjálvandi at stjórna stóra kórinum aftur í ár.
Tað er annars føroyska Marjun King, sum var við í SvF-sendingini “Ymisk lív” herfyri, sum hevur sett føroyska kórið í samband við fyriskipararnar av stóra kórtiltakinum. Hon hevur sjálv andaligar røtur úr Ebenezer, og vildi fegin geva føroyska kórinum møguleikan fyri hesi serstøku upplivingini í ár.
Hækka góðskuna
Ebenezer-kórið fer sum nevnt úr Føroyum í dag og verður fyrsta venjingin saman við stóra Prom-kórinum allan leygardagin og aftur leygardagin í komandi viku, tá stóra konsertin verður.
Sunnudagin skal kórið syngja í Newcastle har nógvir føroyingar búgva, og páskadag í Winbledon, har føroyingar eisini eru at finna. Við hesi høvini verður sungið bæði á enskum og føroyskum.
2. páskadag kemur ferðalagið aftur til Føroyar, nógvar spennandi upplivingar ríkari.
- Ein slík konsertferð hevur sera stóran týdning fyri okkara kór. Hon gevur okkum øllum nakað eyka og vit fáa nýtt tilfar at arbeiða við.
- Og alt hetta er sjálvandi við til at góðskan í kórinum hækkar, slær Henry Olsen fast.
Aldurin í kórinum spennir víða. Yngsti sangarin er eini 15 ár og tann elsti er farin um tey 60.