Syngja nýskrivaða páskasøgu í trimum kirkjum

Tað er ikki á hvørjum ári, at eitt ný kórverk verður framført í føryskum kirkjum. Men í ár sleppa vit at hoyra eitt nýskrivað páskaoratorium í Vágs Kirkju og Dómkirkjuni í Havn, umframt í Langenes Kirkju í Aarhus. Tað er páskaoratoriið ?Á vónaveingjum?, sum sangarar úr Kirkjukórinum Ljómi og úr kórinum í Langenæs kirkjuni í Aarhus, framføra í næstu viku.

Tað eru tey bæði, skaldið og presturin, Lisbeth Smedegaard Andersen og organisturin

og tónaskaldið, Erling Lindgren, sum hava skrivað nýggja páskaoratoriið og

Dorte Tilma, organistur í Langenæs kirkjuni, stendur fyri kórleiðsluni.

Hon er ikki ókend í Føroyum, tí hon stjórnaði á sinni Ljómi í fleiri ár.

Verkið er skrivað fyri tríggjar solorøddir, kór, floytu og orgul.

- Tónleikurin er latin í ein vakran, norðurlendskan, fólksligan og sangbaran búna, siga tey í Ljómi.

Tí eru tríggir av satsunum felagssálmar, har kirkjufólkið syngur við og har er tað Niels Petur Nolsøe í Vági, sum hevur týtt til føroyskt.

- Við myndamáli úr natúruni og fuglinum sum afturvendandi evni hevur Lisbeth Smedegard Andersen í orðum skapað eina poetiskt/teologiska endursøgn av páskasøguni um Jesu lív, líðing og deyða, og um fyrigeving og vónina, sum páskirnar hava at bera okkum øllum, siga tey í Ljómi.

Á vónaveingjum verður framført í Langenæs kirkju í Aarhus, týskvøldið 12. apríl klokkan 19, í Vágs kirkju, leygardagin 16. apríl klokkan 16 og í Dómkirkjuni í Havn, pálmasunnudag 17. apríl klokkan 17.