Brynleif Hansen var bara 33 ára gamal, tá ið hann doyði í flogvanlukkuni í Mykinesi 26. september 1970.
Hóast stutt foldarlív so liggur nógv eftir hann: Brynleif Hansen gekk saman við konuni Else undan í at fáa barna- og ungdómslegur í lag hjá brøðrasamkomunum. Tvey tey fyrstu árini – í 1965 og 1966 – vóru tær við Áir, og síðani 1967 hava tær verið í Vatnsoyrum, har Zarepta er karmur um legur so at siga alt árið.
11. oktober vóru tað 80 ár síðani, at Brynleif Hansen var borin í heim. Hann var fuglfirðingur, og í Siloa í Fuglafirði verður í hesum sambandi sunnukvøldið løta við felagssangi. Allir sangirnir, ið verða sungnir, hevur Brynleif Hansen yrkt ella umsett.
Í Nýggju Sangbók eru sekstan sangir og kór, sum Brynleif Hansen hevur yrkt ella umsett. Teir flestu mundu síggja dagsins ljós í sambandi við Zarepta legurnar.
Samrøða verður eisini við Else Djurhuus, sum var gift Brynleifi.
Sangløtan í Siloa verður sunnukvøldið klokkan 19.