Sýria og Russland samd um russiskar herstøðir

Myndugleikarnir í Sýria upplýsa í dag, at avtala er gjørd við Russland um, hvat skal henda við russisku herstøðunum í Sýria

 

Sýriski forsetin, Ahmed al-Shara og russiski forsetin, Vladimir Putin, sum veitti Bashar al-Assad friðskjól

Hetta veit AFP-tíðindastovan at siga, og AFP endurgevur sýrisku tíðindastovuna, Sana.

 

- Herstøðin Hmeimim og herflotastøðin Tartus, sum Russland hevur havt í Sýria, skulu gerast um til felags miðstøð fyri "venjig og kapasitetsbygging".

 

Soleiðis verður sagt í sýriska uttanríkisráðnum.

 

Russar brúktu herstøðirnar til eitt nú at veita sýrisku Assad-stjórnini hernaðarliga hjálp undir borgarakrígnum í landinum.

 

Assad-stjórnin, sum hevði sitið við valdinum í mong ár, fall í desember í 2024, tá forsetin og einaræðisharrin, Bashar al-Assad, varð rikin frá valdinum.

 

Síðan tá hava russisku myndugleikarnir roynt at byggja uppaftur eitt gott samband við nýggju islamisku stjórnina í Sýria.

 

Maðurin, sum tók við eftir Bashar al-Assad, er Ahmed al-Shara, sum á myndini omanfyri hittir russiska forsetan, Vladimir Putin.

 

 

 

 

 

Sýriski forsetin, Ahmed al-Shara og russiski forsetin, Vladimir Putin, sum veitti Bashar al-Assad friðskjól