Leygarmorgunin verður eitt stórt tjald sett upp í túninum hjá Dianu og Finn í Puntabyrgi, tá vinir, búfelagar og starvsfelagar hjá teimum báðum kendu systkjunum, Tórur (40) og Ann (45), eru vælkomin til opið hús í Blómubrekku.
- So nú er bert eftir at vóna, at veðrið lagar seg, sigur pápin, sum ikki hevur avdúkað fyri Ann og Tóri, hvat verður á skránni stóra dagin.
- Tað er eitt yvirraskilsi, siga tey bæði vaksnu børnini, sum eisini sjálvi hava boðið nógvum fólki í føðingardag.
Krossar í gávu
Tað er ein errin Tórur, sum tekur ímóti heima í durinum í morgun. Hann hevur akkurát pakkað føðingardagsgávuna upp frá foreldrunum - ein vakur svartur og silvurlittur krossur í einari hálsketu.
- Eg havi leingi ynskt mær hendan krossin, sum eg havi sæð í 3’aranum í SMS, har eg ofta gangi og hyggi, sigur hann.
- Um eg verið nervøsur, so taki eg bara í krossin. So veit eg, at Harrin er hjá mær, sigur hann skilagóður.
Systurin Ann hevur eisini fingið ein kross í føðingardagsgávu í morgun. Hennara er tynri og við hvítum gimsteinum. Hon hevur í mong ár gingið í Frelsunnar Herinum í Havn, men nú hon býr í sambýli í Runavík, gongur hon í Berøa.
Foreldrini hava dekkað pent morgunmatarborð í heiminum, nú bæði børnini, eitt starvsfólk úr Runavík og Sosialurin eru savnað um borðið.
Góðar tíðir
Tá Ann verður spurd, um hon minnist okkurt serliga gott tíðarskeið í lívinum, nevnir hon beinanvegin hálva árið á Æbeltoft í Danmark, har hon millum annað lærdi um heilsugóðan kost.
- So á borðinum er bara sunnur matur, sigur mamman Diana. Finn tekur yvir og sigur, at ein hin besta tíðin í lívinum hjá Tóri var, tá hann gekk í skúla fyri menningartarnað í Danmark. Hetta vóru árini 88-91.
- Har fekk eg ein góðan vin, sum kemur at vitja meg í summar, sigur Tórur, meðan hann, sum ein rættur lítlibeiggi, sníkir ein fingur upp í nakkan á Ann, og við einum skálkabrosi kitlar hana. Hon krýpur saman og flennir til hansara.
- Lat vera beiggi, lat vera, gnístir hon.
Granni hjá mammu
- Tórur hevur búð á sambýli, men tað riggaði ikki so væl, so nú býr hann her hjá okkum, sigur Diana. Hon greiðir stolt frá, um ein dagin Tórur sjálvur hevði sett seg í samband við ein byggiharra, sum fer at byggja fleiri íbúðir í grannalagnum.
- Hann spurdi, um hann kanska kundi sleppa at keypa eina av íbúðunum, sigur hon, og Tórur skoytir uppí, at tað hevði verið so deiligt at fingið sítt egna.
- Og so beint her. Tætt við hjá mammu og pápa, sigur hann.
Ann hevur seinastu árini búð saman við fimm øðrum búfólkum í sambýlinum í Runavík. Men gjøgnum árini hevur hon búð í fleiri øðrum stovnum fyri menningartarnað, eitt nú á Eirargarði, á Mýruni og á Pensjonatinum. Og so heima hjá foreldrunum eisini.
- Mær dámar sera væl í Runavík, og eg vóni at verða búgvandi har í nógv ár afturat, sigur hon í morgun.
Country er best
Báðum systkjunum dáma sera væl tónleik. Ann lurtar nógv eftir Magna Kristiansen, og tá Árni og Marner syngja og spæla. Tórur er sera hugtikin av country tónleiki.
- Tað besta er leygarmorgun klokkan 11, tá Petur Rouch velur løgini til Rót og rútmu. Tá er eg altíð klárur og tendri fyri útvarpinum, sigur Tórur. Og Finn skoytir uppí, at hetta hevur verið fast á skránni í tíggju ár nú, men at tað enn ikki hevur eydnast Tóri at hitta stóru fyrimyndina Petur Rouch.
Hetta var okkara lagna
Foreldrini vistu ikki av, at Tórur og Ann vóru menningartarnað, fyrr enn barnagarðurin gjørdi tey vart við tað. Tá vóru børnini ávikavist 2 og 3 ára gomul.
- Fyri okkum hevur tað ongantíð verið tann stóra sorgin, sum tað er hjá nógvum foreldrum, ið fáa boð um, at børn teirra eru menningartarnað, sigur Diana. Hon hevur altíð hevur litið á Harran, tá ið á stóð.
- Alt verður lættari at bera, tá vit leggja tað í Harrans hendur, sigur hon, og heldur fram:
- Hetta var okkara lagna, og soleiðis skuldi tað bara vera.
Bæði Diana og Finn fegnast um, at tey hava havt eitt ríkt lív, hóast tað hevur verið øðrvísi enn hjá teimum flestu.
Tosaði við løgmann
Ann er óvanliga tilvitað um støðuna sum menningartarnað.
- Eg kann ikki tað sama sum hini, sigur hon erliga.
Spurd, hvat hon heldur um umstøðurnar hjá teimum menningartarnaðu, sigur hon seg millum annað fegnast um, at hon sleppur til orðanna, tá teirra viðurskifti eru til viðgerðar. Eitt nú á aðalfundinum hjá Javna herfyri, har hon tók orðið og heitti á løgmann um at flyta varda verkstaðin Stíggjur, sum hon arbeiðir á, til eitt stað við minni ferðslu.
- Eg segði eisini við løgmann, at vit ynskja at ítriv, timbur og handil skulu vera fyri seg. Og hann lovaði at hyggja uppá tað, sigur hon vónrík.
Ann er eisini sera glað fyri starvsfólkini, ið eru um hana í gerandisdegnum.
- Starvsfólkini siga, at vit skulu siga tað, um vit ganga og hugsa um okkurt, og eisini tá vit ikki hava tað gott. Um eg siti inni á kamarinum og perli og lurti eftir tónleiki, so koma tey ofta inn og práta við meg. So siga tey: Vit eru her fyri at hjálpa, so sig til um okkurt er. Tað eri eg glað fyri. Tí eg hevði ikki klárað meg uttan tey, sigur Ann, sum eisini hevur eitt sera gott forhold til Tór, ið hon rópar Beiggi.
- Ofta ringi eg til hann frá fartelefonini. So biði eg hann ringja meg upp, og tað ger hann altíð. So práta vit í telefon saman, sigur hon, og smílist yvir til Tór, sum eisini er ómetaliga góður við Systir, sum hann rópar hana.
Eru trygg um framtíðina
Umframt hvønn annan, hava tey bæði Ann og Tórur eisini nógvar aðrar góðar vinir.
- Mín besti vinur eitur Magni, og hann býr á Bústovninum í Runavík. Hann dugir ikki at tosa, men so hálar hann bara í meg, um hann vil vísa mær okkurt. Magni teknar og lurtar eftir tónleiki, sigur Ann.
Tórur greiðir frá, at besti vinur hansara er Eyðbjørn, sum hann koyrir bløð út saman við fyri Prentmiðstøðina.
- Eg beri bunkarnar av bløðum inn í handlarnar og kioskirnar hvønn mánadag og fríggjadag, bæði í Havn og í Eysturoynni, sigur hann stoltur.
- Hetta, at tey hava so nógvar góðar vinir, ger eisini, at vit ikki óttast tann dagin, vit ikki eru longur, sigur Diana, sum eisini hevur stóra tiltrúgv til, at bústaðarmøguleikarnir hjá teimum menningartarnaðu fara at batna komandi árini, nú ein bústaðarpakki við vardum íbúðum er í umbúna.
- Eg kenni á mær, at landsstýrismaðurin, Hans Pauli Strøm, kennir okkara tørv, sigur Diana, ið var forkvinna í Javna í 11 ár, og annars altíð hevur stuðlað felagnum.
- Av tí, at Tórur hevur búð heima meginpartin av tíðini, hevur hann fingið samband við onnur menningartarnað gjøgnum Javna. Har hevur hann eisini lært vinir felagsins at kenna, sigur Diana. Og Tórur skoytir uppí:
- Eg kenni, at Javni er mítt felag, sum eg altíð kann venda meg til.
Best á floti
Annars hevur Tórur nógv um at vera um dagarnar. Hvønn gerandisdag arbeiðir hann á verkstaðnum Vón millum klokkan 9 og 13. Har smíðar hann prestar og rippar húkar. Hvønn hósdag venur hann saman við orkestrinum Ælaboganum, har hann spælir trummur. Og sum sagt koyrir hann bløðini út fyri Prentmiðstøðina mánadag og fríggjadag.
- Men tað besta er tó at vera á floti við babba í bátinum hjá mær. So seti eg fiskin í stand og blóðgi hann. Fiskin eta vit sjálvi, og restina geva vit fólki, sigur Tórur at enda.