Systir Trump: Hann er óndur og hevur eingi prinsipp

Í eini loyniupptøku finst elsta systir Donald Trump at beiggja sínum, sum hon sigur vera lygnara.

Systir Donald Trump, Maryanne Trump Barry, lýsir forsetan sum óndan og lygnara, tú ikki kanst líta á.

Tað hoyrist á eini duldari ljóðupptøku, sum The Washington Post hevur almannakunngjørt.

– Tað einasta, hann vil, er at venda sær til síni egnu, sigur Maryanne Trump Barry í eini samrøðu, sum er upptikin í loydnum av bróðirdótrini, Mary L. Trump.

– Hann hevur eingi prinsipp. Eingi. Eingi.

83 ára gamli løgfrøðingurin og fyrrverandi samveldisdómari við ein kærudómstól ógvast, hvussu 74 ára gamli bróðir hennara  evur klárað seg sum forseti.

– Hasi forbannaðu tweetini og lygnirnar hjá honum, og harragud.

– Eg tosi ov frítt nú, men tú veitst. At broyta søguna. Vantandi fyrireiking. Lygnir. Halt kjaft, sigur, Maryanne Trump Barry í samrøðuni.

Mary L. Trump gav um miðan juli út ta lítið rósandi bókina um farbróðirin »Too Much and Never Enough: How My Family Created the World’s Most Dangerous Man«

Síðani útgávuna eru spurningar settir við nakrar av keldunum til upplýsingarnar í bókini. Millum annað pástandin um, at Donald Trump gav einum vini pengar fyri at taka upptøkuroyndina til University of Pennsylvania fyri seg.

Men hesum greiðir Maryanne Trump Barry nú frá:

– Hann slapp inn á University of Pennsylvania, tí hann fekk ein annan at taka royndina, sigur elsta systir hansara við Mary L. Trump.

Maryanne Trump Barry greiðir víðari frá, at hon eisini minnist navnið á vininum, sum tók royndina fyri Donald Trump.

Barry hevur ongantíð alment tosað um ósemjur við forsetan, og tí geva viðmerkingar hennara gætur.

– Tað er alt hetta snýtið. Tað er falsleikin og óndskapurin. Donald er óndur, sigur hon.

Sambært The Washington Post eru útsagnir hennara tær mest atfinningarsomu, sum systkin hansara higartil eru komin við um hann.

Burtursæð frá Mary L. Trump hevur eingin annar í familjuni funnist at forsetanum alment.

/ritzau/