Týðandi framstig í krabbameinsgransking

Sum teir fyrstu í heiminum hava danskir granskarar staðfest kyknur, sum kunnu vera orsøk til brótskrabba -Um vit samanbera bróstkrabba við eitt træ, so kunnu vit siga, at higartil hava vit viðgjørt krúnuna og bulin, men at tað hevur verið truplari at gera nakað við rótina, sigur Julio Celis, professari hjá Kræftens Bekæmpelse, við JyllandsPostin í morgun.

-Við tí, sum nú er komið undan kavi, kunnu vit toga træið upp við rót, loeggur hann afturat.

Tað nýggja kanningarúrslitið er komið burtur úr einum samstarvi ímillum Kræftens Bekæmpelse, Ríkissjúkrahúsið og lærdu háskúlarnar í Keypmannahavn og Århus.