Tíbetur hendir okkurt nú

Jón Klein Olsen, politiovasti, heldur eisini, at støðin sær ræðulig út, men sambært honum er bati í væntu, so fólk hava ein reelan møguleika at trúgva, at løgreglan ikki er vandamikil

Politiovastin er á ongan hátt ósamdur við útsøgnunum hjá Jan Poulsen, og vónar, at broytingarnar, ið liggja í kortinum veruliga koma.

- Tað er satt, at fólk ofta ikki vita, hvar tey skulu inn í hendan betongklossan. Men nú eru broytingar á veg. Vit eru keddir um, hvussu øll fasadan sær út. Tað hava vit verið í langa tíð, men nú eru nýggj vindeygu bíløgd, og vit hava eisini fingið játtan til at fáa alla fasaduna sandblásta og málaða, sigur Jón Klein Olsen. Hann leggur afturat, at hetta verður ein umfatandi broyting fyri, hvussu innbjóðandi tað sær út, at gera ørindi hjá løgregluni, tí ætlanir eru eisini um at gera alla inngongdina av nýggjum.


Stór íløga

Henda umfatandi renovatión av politistøðini kostar fitt av peningi, men tað metir Jón Klein Olsen verða væl nýttan pening.

- Bygningurin er gamal – Frá 1967 – og tí sigur tað seg sjálvt, at tað av og á mugu gerast ábøtur. Íløgan verður dýr, helst í milliónaflokkin, men tað meta vit vera væl nýttan pening, um hetta kann gera, at fólk hava lættari við at tosa við okkum, so er tað ein góð íløga, fortelur løgregluovastin.


Umsitingin flutt

Fyrr hevur tað verið ein partur av játtanini hjá løgregluni, sum skuldi nýtast til viðlíkahald. Tað hevur sambært løgregluovastanum havt við sær, at lítið viðlíkahald er gjørt.

- Mann kann róliga siga, at viðlíkahald leingi hevur verið ein trupulleiki hjá okkum. Tað hevur onki viðlíkahald verið gjørt, sum ikki hevur verið bráneyðugt tey seinastu 15 árini. Men fyri umleið tveimum árum síðani broyttist alt munandi. Tá varð umsitingin av bygningunum flutt til Slots- og Ejendomsstyrelsen. Tí er tað, vit hava so góðar vónir til at tingini gerast betri, greiðir politiovastin frá.


Broyta hølisviðurskiftini

Tað hevur eisini verið trongt við hølum hjá løgregluni í høvuðsstaðnum, og løgreglan hevur verið spjadd í trimum ymiskum bygningunum. Hetta hevur tálma arbeiðsgongdini eitt sindur.

- Tað er ikki nøktandi, at bæði vit og kundarnir hjá okkum, skulu flyta so nógv ímillum bygningar. Hetta fáa vit tíbetur eisini broytt. Vit fara nevniliga at flyta alt virksemið, ið hevur verið uppi á Hálsi oman við Strond og í Jónas Broncksgøtu. Hetta fer at lætta heilt nógv um hjá okkum, fortelur politiovastin.