Í farni viku vóru vit vitni til ta margháttligu hending, at ein løgtingsmaður meldaði Rás2 og tvær ungar kvinnur, sum gera sendingar har, fyri at reklamera fyri hassji.
Varafútin segði við Sosialin í gjár, at tey mugu viðgera eina slíka kæru. Men hann visti ikki, hvørja lógargrein, Rás2 møguliga skal hava brotið, so ivasamt er, um hetta í heila tikið verður eitt mál, ella um fútin vísir tað frá sær.
Sjálvandi er tað ikki reklama, tá Rás2 tekur slíkt evni upp – talan er helst um eina roynd hjá einum løgtingsmanni at skora sær nøkur bílig poeng og umrøðu í nakrar dagar.
Vit halda kortini, at løgtingsmaðurin rættir bakara fyri smið. Tí hvør hevur betur møguleika at gera nakað við rúsevnismálið, enn júst okkara politikarar? Vit kunnu eisini spyrja Bill Justinussen, hvat hann hevur gjørt fyri at bøta um hesi viðurskifti.
Seinasta góða mánaðin hava Sosialurin og Rás2 í fleiri greinum og sendingum varpað ljós á rúsevnismisnýtslu. Hetta er sjálvandi fyri at seta fokus á hetta brek í okkara samfelag, sum myndugleikarnir ikki megna at rætta. Tá Bill Justinsussen meldaði Rás2, ringdi stjórin á útvarpsstøðini og spurdi tingmannin, hvat hann sjálvur sum tingmaður hevði gjørt hetta sama tíðarskeiðið til tess at bøta um rúsevnismisnýtsluna.
Svarið var einfalt, tí hann hevði als einki gjørt. Ikki rørt hond frá síðu.
Men tað hevur hann nú, tí hann hevur meldað tvær ungar kvinnur, sum hava skrivað um evnið í Sosialinum og gjørt slóðbrótandi útvarpssendingar til ungfólk um málið á Rás2. Hann hevur eisini reist somu ákæru í løgtinginum – og yvir fyri mentamálaráðharranum reist iva, um sendiloyvi av hesi sending skal takast frá Rás2.
Hetta er so langt úti av proportiónum, at vit hava als ikki orð fyri slíkari undanstøkking.
Bill Justinussen hevur allar møguleikar at reisa málið í løgtinginum. Hann kundi t. d. spurt avvarðandi landsstýrismann, hví tað er loyvt at innflyta hassjfræ til Føroya, hann kundi stuðlað fráhaldsfeløgum, sum sjálvboðin gera stórt hjálpararbeiði – ja, hann átti heilt einfalt bara at givið hesum trupulleika ans.
Hygg um teg sjálvan næstu ferð, harra Bill Justinussen!