Síðani Hans Pauli Strøm tók við sum landsstýrismaður í almanna og heilsumálum, er lítið og onki hent á eldraøkinum.
Hetta segði Høgni Hoydal á Løgtingsins røðarapalli nú ein dagin. Og hetta var ein orsøk til, at Hans Paula Strøm varð so illur, at hann hevði hug at døma bæði Høgna Hoydal og allan Tjóðveldisflokkin út í andstøðumyrkrið í allar ævir.
Sum tað sæst í greinini omanfyri, viðgjørdi Løgtingið ein spurning frá Annitu á Fríðriksmørk um seingjatal í sjúkrahúsverkinum, tá ið Hans Pauli Strøm og Høgni Hoydal løgdu í krovið á hvørjum øðrum.
Tað kann róliga sigast, at kjakið fór heilt langt av kós, tí áðrenn nakar vardi, var tað farið at snúgva seg um, hvør samgonga hevði bygt flest røktarheim, hendan ella tann undanfarna.
Og tað var eisini her, at Høgni Hoydal kom inn í myndina.
Tá ið hann tók orðið vildi hann fyrst hava Hans Paula Strøm at svara upp á, hví orðalagið ímillum landsstýrismannin og ein yvirlækna hevði verið so hvast í bløðunum.
Her sipaði hann til nakrar atfinningarsamar greinar, sum Jákup Petersen, yvirlækni, skrivaði í Sosialinum herfyri og hann sipaði eisini til aftursvarið frá Hans Paula Strøm.
Høgni Hoydal helt, at tað var kærkomið, at spurningarnir hjá yvirlæknanum vórðu settir, men hann undraðist á, at landsstýrismaðurin legði so harðliga eftir yvirlæknanum.
- Er tað so, at yvirlæknar ikki alment kunnu taka lut í slíkum orðaskifti og verður tað uppfatað at vera óloyalt at yvirlæknar siga sína erligu meining um sjúkrahúsverkið, spurdi Høgni Hoydal.
Hann helt eisini, at tað ljóðaði sum um at Hans Pauli Strøm hevði nógvar ætlanir og alt gott um tað.
- Men sum eg dugi at síggja tað, eru tey røktarheimini, sum nú verða bygd, tey, sum Páll á Reynatúgvu setti gongd á, tá ið hann var landsstýrismaður.
- Er onki komið síðani tá og hví er tað ikki tað?
Ómetalig skeiv avgerð
Formaður Tjóðveldisfloksins helt, at Hans Paula Strøm hevði tikið eina ómetaliga skeiva avgerð, tá ið hann slepti ætlanini at leggja eldraøkið undir kommunurnar at umsita.
Hann var vísir í, at motivatiónin og áræðið hjá kommununum at byggja røktarheim, birtist av, at tær høvdu greitt fingið at vita, at eldraøkið verður lagt undir kommunurnar at umsita.
- Men so kom hendan samgongan til og steðgaði øllum tí.
Høgni Hoydal vildi hava at vita um nakað er hent á hesum øki og um ætlanin ikki er at leggja eldraøkið undir kommunurnar.
Hann helt, at dagstovnaøkið prógvar, at verður eldraøkið lagt undir kommunurnar, hevði røktarheimsspurningurin verið nógv betri loystur, samstundis sum at tað hevði eggjað til kommunusamanlegging, so at vit høvdu havt nógv færri kommunur.
- Og so hevði “misk-maskið” hjá hesi samgonguni í Suðuroy slett ikki komið upp á tal.
Hetta landsstýrið hevur bara latið alt flotið víðari og tað tekur áræðið frá kommununum.
Høgni Hoydal helt eisini, at ætlanin í Vági var ein “mega katastrofa”, sum landsstýrið hevur kroyst niðuryvir kommunurnar í syðru helvt, ístaðin fyri at lata kommunurnar finna útav tí sjálvar.
Hann spurdi eisini, hvat fakfólk siga til, at ein psykiatriskur depil verður lagdir saman við ellis- og røktarheiminum.
Hann vildi eisini hava at vita, hvussu Hans Pauli Strøm ætlar at skipa psykiatriska økið, tá ið eldraøki vónandi verður kommunalt og psykiatriska økið framvegis verður undir landinum og í Vági er alt blandað saman?
Tí vildi hann hava at vita, hvussu ábyrgdarbýtið skuldi vera tá.
Hann helt seg eisini hava skilt á Hans Pauli Strøm, at hann kanska ætlaði at leggja eldraøkið undir kommunurnar.
Orkar ikki
Hann vildi eisini hava greiði á nøkrum viðurskiftum um bústaðartilboð til sálarsjúk.
Tá ið Páll á Reynatúgvu keypti eini hús í Vágum til endamálið, vóru atfinningarnar harðar, men nú hevði hann skilt, at Hans Pauli Strøm hevði eisini keypt eini hús í Vágum til bústað til sama endamál.
Høgni Hoydal vildi hava at vita, hvussu tað riggaði og um tað ikki var grundarlag at fara víðari við tí, heldur enn tað “sammensurium” sum varð skapt í Vági, sum neyvan hevði nakra haldgóða, sakliga orsøk.
Hann helt eisini, at tað var skeivt at leggja almannamálaráðið og heilsumálaráðið samanaftur, tí landsstýrismaðurin hevði ikki orku at umsita eitt so stórt málsøki.
- Hann tosar um ætlanir og ætlanir og verður tað ikki í heyst, so verður tað í 2015 og tað er harmiligt, tí uttan iva hevur hann góðar ætlanir, men tað verður ikki til meiri enn tos, segði Høgni Hoydal.
Ymsir stovnar
Hinvegin vístu tinglimir í hesi samgonguni á, at kanska hevði undanfarna samgonga havt ymsar ætlanir á eldraøkinum, men hon hevði onki gjørt, tí tað var hendan samgongan, sum hevði játtað allan peningin.
Hans Pauli Strøm vísti eisini á, at í Vági var psykiatriska tilboðið ikki lagt uppat røktarheiminum. Talan var um tveir heilt ymsar stovnir og hendan loysnin var eftir tilmæli frá sakkunnleikanum. Men at báðir stovnarnir hava nakrar felags hentleikar, kann bara vera gott, helt hann.
Les eisini greinina: Høgni Hoydal koyrir Tjóðveldisflokkin út í myrkrið.
-