Tá Danmark mundi mist Føroyar

Fyri 350 árum síðani misti Danmark alt tað, sum í dag er Suður-Svøríki; Skåne, Halland og Blekinge. Hevði lagnan verið dønum enn meiri óblíð, so høvdu Ísland og Føroyar eisini farið á svenskar hendur tá

»Roskildefriðurin«, soleiðis verður friðarsáttmálin millum arvafíggindarnar, Danmark og Svøríki nevndur. Hesin friðar­sáttmálin varð undirskrivaður í Roskilde fyri júst 350 árum síðani, 26. februar í 1658. Fríðrikkur 3. (1609-1670) var danakongur árini 1648 til 1670. Karl 10. Gustav (1622-1660) var sviakongur árini 1654 til 1660. Fríðrikkur og Karl norðurlanda kongar stóða á odda fyri herum Danmarkar og Svøríkis í enn einum kríggi millum gomlu arvafíggindarnar. Var kríggið beiskt fyri danir, so gjørdist friðurin beiskari, og var nær við, at hann gjørdist enn beiskari.

Svøríki vorðið stórveldið

Tað var annars danakongur, ið sendi svenskarum krígsav­bjóð­ing. Danmark hevði verið mest sum einaráðandi í Norður­lond­um, men hendan gongdin vendi í 17. øld. Svøríki hevði vaksið seg stórt. Svenskarar høvdu lagt Finnland, Pólland, Norður-Týskaland og stórar partar av baltisku londunum undir seg. Svøríki var vorðið eitt stórveldi, sum hótti støðuna Danmark áður hevði havt. Danir tyktust at hava passað sær løðir, tá krígsavbjóð­ingin var send, tí stórur partur av svenska herinum var í bardaga í Póllandi. Men krígsavbjóðingin kom væl við hjá Karl sviakongi. Tað hevði ikki gingið væl við bardøgunum í Póllandi, og Karl helt, at tað fór at verða lættari hjá teimum at taka Danmark, og harvið vinna sær støðuna, sum tað sterkasta norðurlandið.

Krígseydnuna við sær

20. juli í 1657 gjørdi svenski herurin innrás í Jútlandi, og skjótt varð alt Jútland hertikið. Karl kongur óttaðist kortini fyri, at teir sameindu hjá Danmark, Holland eisini komu upp gjøgnum Jútland, og fóru at leypa á tær í Jútlandi. Tí ráddi um at koma sær yvir til Sælands og Keypmannahavnar, skjótast møguligt. Tað var beinfryst í januar mánað, men tað megnaði Karl at venda til sín fyrimun. Hóast herleiðarnir ráddu sviakongi frá tí, so tók Karl ta djørvu avgerð, at allur svenski herurin skuldi yvir ísin í Lítlabelti yvir til Fjón, og víðari yvir Stórabelt. 28. januar tóku svenskarar seg yvir um ísin, sum var millum Jútland og Fjón. Danir høvdu tó ein illgruna um hetta, og fyrstu herliðini fingu eina røð av kanónkúlum oman yvir seg. Herliðini tóku seg aftur til Jútlands. Men Karl kongur gavst ikki á hondum, hann trúði fult og fast uppá, at tað var vilji Guðs, at hann skuldi sigrað á dønum. Karl sendi 24 sneytarar út at kanna umstøðurnar. 600 mans fylgdu teimum við sletum, sum vóru fullar við timbri. Timburið bleiv lagt yvir rivurnar í ísinum, so farleiðin skuldi verða tryggari hjá svenska herinum. 30. januar tók allur svenski herurin seg yvir til Fjón, og har bardu teir donsku herdeildirnar niður. Svenskarar tóku alt Fjón, men teir funnu út av, at tað var lættari at taka seg yvir Langeland, Lolland, Falster, Møn og so upp til Sælands. 13. februar stóð svenski herurin í Køge beint sunnanfyri Keyp­mannahavn, og Fríðrikkur danakongur læs skriftina á vegginum. Partarnir skrivaðu undir eina vápnahvíld tann 18. februar, og so byrjaðu friðartingingarnar í Roskilde.

Hørð krøv

Svenskarar høvdu danir á knøunum, og fyrstu krøvini frá svenskarunum vóru beinhørð. Danmark skuldi lata frá sær til Svøríkis: Blekinge, Halland og Skåne, sum lógu sunnanfyri táverandi svenska markið. Haraftrat skuldu danir lata frá sær: Bornholm, Møn, Anholt, Læsø, Ísland og Føroyar. Danmark skuldli eisini lata 12 herskip, 2.000 reiðmenn og 2.000 vanligar hermenn til svenska herin. Fríðrikkur var óttafullur, um at skula missa alt, og var hann mest, sum til reiðar at eftirlíka Karli í øllum hesum krøvum. Tað eydnaðist tó ráðgevarunum hjá Fríðrikki at tosa honum frá at boyggja seg so nógv. Útlendskir sendimenn høvdu lurtað teimum í oyruni, at Holland, Ongland og Preussen skjótt fóru at veita Danmark hernaðarligan stuðul, so Svøríki ikki slapp at steðga allan tann gagnliga handilin hesi londini høvdu í Eystrasalti. Svenskarar hoyrdu um ætlarnar hjá Hollandi, Onglandi og Preussen, og skundaðu teir sær at linka um krøvini. Nú var kravið: Blekinge, Bornholm, Halland og Skåne. Hetta metti danakongur verða ein diplomatiskan sigur, og valdi hann at skriva undir friðarsátt­málan. Men kortini var talan um stórt tap fyri Danmark. Ein trið­ingur av íbúgvunum í Táverandi Danmark búðu í Hallandi, Blek­inge og Skåne. Serliga í Skåne búðu nógv fólk, og varð Skåne millum ríkastu landslutirnar í Skåne.

Karl angrar

Men nakrar mánaðir aftaná, at friðaravtalan varð undirskrivað 26. februar angrar Karl svia­kongur, at hann læt seg trýsta av Hollandi, Onglandi og Preussen, áðrenn hann hevði fingið alt ræðið yvir Noregi, Svøríki og Danmark. Í síni hugmóð leypir aftur á Danmark, men hesuferð vardi danir seg manniliga, og svenski herurin missir nógvar mans, og Karl sjálvur doyr av lungnabruna. Danmark fær hernaðarliga hjálp úr Póllandi, Preussen og Eysturríki, og svenski herurin verður trýstur aftur til Svøríkis. Friðartingingar byrja aftur, og danir vóna, at Skåne kann gerast danskt aftur. Men Ongland, Frakland og Holland ynska ikki, at bara eitt land skal hava valdsrættin yvir báðar síðurnar av Oyrasundi. 26. mai 1660 skriva Danmark og Svøríki undir nýggjan friðarsátt­mála. Skåne, Halland og Blekine vórðu verðandi á svenskum hondum. Bornholm kom aftur á danskar hendur. Í 1661 hava svenskarar bart alla danska mótstøðu í gomlu landslutunum niður. Eftir nøkur ártíggju høvdu svenskarar kroyst danska málið og mentannina burtur. Allir embætismenn og prestar vóru svenskarar, og danskar bøkur vórðu bannaðar. Donsk minnismerki vórðu oyðiløgd ella broytt. Ikki fyrr enn seint í 19. øld upphevjaðu svenskarar forboðið ímóti donskum bókum, og fyrst nú síðstu árini eru svenskar skúlabøkur farnar í holt við at viðgerða tað donsku søguna, sum hesir tríggir lands­lutirnir hava. Men høvdu danir ikki kunnað kroyst svenskarar við sínum sameindu í februar í 1658, so høvdu Ísland og Føroyar farið yvir á svenskar hendur. Og so hevði Sjúrður Skaale kanska sitið í Ríkis­degnum í Stokkhólmi? Og so kunnu vit byrja eitt endaleyst tjak, um tað hevði verið betri at hoyrt til Svøríkis. Tá høvdu vit so, ið hvussu er verið uttan­veltað undir Seinna Heimsbardaga, og undir Kalda Krígnum. Men slíkt prát kann gerast so óendaleysa hypotetiskt, men kortini áhugavert. Eitt stendur tó fast, sviakongur hevur bara vitjað í Føroyum einaferð. Og steðgaði hann bara í tríggjar tímar. Hetta var miðskeiðis í 1980-unum. Hann sá flogvøllin, Sørvág, Bø og útsýni hagani.