Týdningarmikið, at seyðamentanin verður varðveitt

Fyri Frits Johannesen, sum mong kenna, sum listarmann, lærara og kórleiðara hevur tað stóran týdning, at seyðamentanin í Føroyum verður varðveitt í komandi tíðum.

Tí hevur Frits Johannesen tey seinnu árini gjørt nógv burturúr at hava kvøldsetir, bæði í Fuglafirði og kring landið, har bóndur og røktingarmenn greiða frá um seyð og seyðahald.

Fríggjakvøldið 26. oktober klokkan 19 verður aftur ein slík kvøldseta á skránni í mentanarhúsinum í Fuglafirði.

Fyrrapartin hevði Rás2 eina samrøðu við Frits Johannesen, har hann greiddi frá upprunanum til hesar serligu kvøldseturnar. Frits greiddi eisini frá skránni fyri kvøldsetuna, sum verður á skránni í mentanarhúsinum í Fuglafirði komandi fríggjakvøld.