Týdningarmikið at staðfesta leiklutin hjá føroyskari vinnu

- Tá ið ein glotti verður í marknastríðnum kemur ein útbjóðingarrunda, og tá er tað av týdningi, at føroyska vinnan hevur funnið út av, hvønn leiklut hon vil hava í eini komandi oljuvinnu. Tað verður ov tungt at fara í gongd, tá ið oljuvinnan er byrjað, sigur Jan Mortensen, stjóri í Føroya Arbeiðsgevarafelag

Básurin hjá føroyingum á oljuframsýningini í Stavanger í farnu viku varð væl vitjaður, og føroyingar vóru sum heild væl nøgdir við undirtøkuna. Men tað var greitt, at marknatrætan millum bretar og føroyingar gjørdi, at leiðandi persónar í oljufeløgunum, ið áður hava sýnt Føroyum stóran áhuga, ikki høvdu so stóran áhuga hesa ferð fyri tí, sum føroyingar høvdu at vísa.

- Áhugin er nakað minni orsakað av marknastríðnum, og tað varð týðiligt. Vit meldaðu jú út og søgdu, at útbjóðingarrundan skuldi vera í vár, so broyttist tað til í heyst, og nú vita vit, at tað verður í fyrsta lagi næsta ár. Og tað eru ikki tekin, sum oljufeløgini taka so væl undir við, sigur Jan Mortensen, stjóri.

- Hinvegin haldi eg ikki, at tað ger so nógv, tí høvdu vit eina útbjóðingarrundu nú, við teimum prísum, sum eru í løtuni, høvdu oljufeløgini kunnað pressað føroyingar nógv, hugsa vit um skattastigið, sum verður lagt.

Jan Mortensen heldur, at økta virksemið í Føroyum, og at tíðirnar eru batnaðar munandi, hevur gjørt, at áhugin hjá føroyskum fyritøkum at vera við í eini komandi oljuvinnu, ikki er so týðiligur nú sum bara fyri einum ári síðani.

- Kanska eru fyritøkurnar nú ikki so ónøgdar við, at alt ikki byrjar her og nú, tí tær hava nóg mikið at gera. Samstundis kunnu vit ásanna, at arbeiðsloysið er minkað so mikið nógv, at vit skjótt kunnu renna okkum út í nakrar fløskuhálstrupulleikar, tá ið oljuvinnan kemur. Tað kann henda, at vit fara at vanta fólk við rætta førleikanum, sigur Jan Mortensen.


Samstarv

Saman við Oljufyrisitingini og Menningarstovuni fyrireikaði Føroya Arbeiðsgevarafelag føroysku luttøkuna á oljuframsýningini, sum var í Stavanger í farnu viku. Flestu fyritøkurnar, sum vóru við, eru limir í Føroya Arbeiðsgevarafelag.

- Áhugin hjá okkum er, at føroyskar fyritøkur eru við og fáa ein leiklut í eini komandi oljuvinnu. Higartil hevur tað verið so, at útlendskar fyritøkur bert hava havt áhuga í føroyskum fyritøkum, sum hava við fiskiframleiðslu, ídnað og tænastu innan hetta økið at gera. Men nú venda oljufeløgini seg javnan til okkara og spyrja eftir sokallaðum neutralum upplýsingum um føroyska vinnu. Og tað er har tær brúka okkum, sigur Jan Mortensen.

- Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur fingið eitt samstarv í lag við Næringsforeningen í Stavanger, og í samstarvi við teir hava vit vent okkum til føroysku fyritøkurnar og heitt tær á at brúka okkum til at fáa samband við útlendingar. Á eini oljuframsýning kann vera trupult at fáa fatur á teim røttu fólkunum, øll renna runt og hava nóg mikið at gera. Vit kunnu brúka Stavanger Næringsforening sum eitt slag av hurðaopnara, sigur Jan Mortensen.

Føroya Arbeiðsgevarafelag arbeiðir eisini saman við Oljufyrisitingini um leiklutin hjá føroysku vinnuni í eini komandi oljuvinnu. Í juni í ár vóru Oljufyrisitingin og Arbeiðsgevarafelagið í Danmark og Noregi og kannaðu, hvussu leikluturin hjá vinnuni best verður tryggjaður. Norðmenn høvdu líka til teir fóru í EBS-samstarvið eitt innkeypskontór, sum skuldi tryggja, at vinnan fekk ein leiklut.

- Og spurningurin er, um vit skulu hava eitt líknandi, sigur Jan Mortensen.


Samskifti

Fyritreytirnar og vitanin hjá føroyskum fyritøkum um oljuvinnu er merkt av, at fyritøkurnar eru smáar.

- Føroysku fyritøkurnar vilja gjarna vera við. Á oljuframsýningunum útvega tær sær sambond og samstarvsfelagar í grannalondunum, sigur Jan Mortensen.

-Tað vil siga, at samskiftið er týdningarmesti parturin á eini oljuframsýning?

- Avgjørt. Føroyingar klára seg væl málsliga, nøkur virki hava fólk við, sum duga enska málið raðið. So samskiftið vísir seg at ganga væl.

At fyritøkur og feløg eru við á eini oljuframsýning er ein íløga í framtíðina. Tey flestu fáa onga beinleiðis inntøku av at vera við tey nógvu komandi árini.

- Vit standa so nær oljuvinnuni, og tá ið ein glotti verður í marknastríðnum, kemur ein útbjóðingarrunda, og tá fara tingini í gongd. Og tá er tað av týdningi, at feløgini hava funnið út av, hvønn leiklut tey vilja hava. Tað verður ov tungt at fara í gongd, tá ið oljuvinnan er byrjað.

- Leikluturin hjá føroysku fyritøkunum verður avmarkaður í fyrstuni, tí okkum vantar orku og vitan, men so trúgvi eg, at vit mennast stigvíst eins og vit hava sæð í grannalondunum, sigur Jan Mortensen.

Nú oljuframsýningin er av, verður ein felags eftirmeting gjørd saman við Menningarstovuni. Í næstum verða øll virkini, sum Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur skrásett at hava áhuga í oljuvinnuni, kallað til fundar. Har verður tosað um, hvussu føroyingar framhaldandi arbeiða við evninum.