Jenis av Rana
Á fundi í samkomu í USA fyri nøkrum árum síðani, vórðu hesi bæði dømini um týdningin av einari atkvøðu borin fram. Í royndum sínum at fáa samkomufólk at fara á val, segði pastorurin frá, hvussu tað bar so til, at amerikanska fólkið valdi at tosa enskt og ikki týskt, og um hvussu Adolf Hitler kom til valdið í nazistaflokkinum.
Bert ein atkvøða- segði pastorurin- tryggjaði Hitler valdið, og bert ein atkvøða í yvirvág gjørdi at enskt varð valt framum týskt sum tjóðarmál amerikumanna.
Hevði bert ein veljari valt øðrvísi, ella siti heima, høvdu amerikumenn kanska tosa týskt í dag- og sorgarleikurin við Hitler hevði kanska verið ókendur, um bert ein flokslimur hevði atkvøtt øðrvísi hin lagnutunga dagin.
Ein áheitan á teg, sum er glaður fyri tað arbeiði, sum Miðflokkurin ger á løgtingi í dag.
Eitt er at fáa umboð valt á Fólkating, annað er at fáa flokkin styrktan gjøgnum valið. Til tað krevst hvør atkvøða, og her er møguleikan hjá tær at hjálpa. Tí heita vit á teg um ikki at sita heima, men sjálvur fara á val, og fá onkran við tær- so valið gerst eitt Miðflokkaval.