Leygarkvøldið var ódnarveður, so neyðugt varð at avlýsa øll tiltøk á Summar Festivalinum. Í kvøld - tvey samdøgur seinni - eru Føroyar so vakrar, sum bara Føroyar kunnu vera Einaferð skrivaði Rói Patursson í einum inngangi til eitt ferðavinnurit, at Føroyar eru so vakrar, at tú sjáldan sær, hvussu vakrar tær í veruleikanum eru - ella kunnu verða, tá tær eru vakrast.
Orðini hjá Róa vóru ikki orðarætt hesi, men okkurt slíkt lá aftanfyri tað, hann vildi siga.
Eina slíka mynd, sum rithøvundurin sipaði til, kundu fólk síggja seint í kvøld, tá sólin reið beint undir fjallatoppunum vestanfyri og sendi sínar seinastu ljósglæmur upp um hægstu tindar.
Myndin er tikin vestur yvir Strandalandið og vestur yvir Kollafjørð og fjøllini um hesar leiðir.
Jú, sanniliga eru Føroyar vakrar - og kanska vakrari, enn mong geva sær far um í tí dagliga.
Leygarkvøldið var ódnarveður í Klaksvík, so neyðugt varð at avlýsa øll tiltøkini á Summar Festivalinum.
Í kvøld - bert tvey samdøgur seinni - eru Føroyar so vakrar, sum bara Føroyar kunnu vera.