Summarfestivalur
Jákup Mørk
[email protected]
Triði Summarfestivalurin stóð fyri framman. Eftir bakandi sólina í fyrraárið og oysandi regnið í fjør vóru forsøgnirnar hesa ferð onkra staðni mitt ímillum. Síðumaðurin hjá mær her á redaktiónini, Petur Skeel, gav tó hyggjuráðini um, at regnskjólið skuldi við í viðførið, og tað var nú ikki nakað býtt hugskot.
Børnini fingu sítt
Regnið var tó á ongan hátt nakað, sum fekk fólk at setast aftur. Sjálvi fóru vit avstað í hampuligari tíð, og so hvørt sum tímarnir gingu, øktist ferðslan úr gjøgnum nýggja portalin hjá klaksvíkingum.
At ferðslan varð somikið ógvuslig longu fríggjakvøldið, tóktist eisini koma óvart á fyrireikararnar. Bíðirøðirnar at sleppa inn mundu vera einar hundrað metrar langar, og eina løtu stóð alt púrasta stilt. Snøgt sagt tí ov fá armbond lógu við check-in støðini. Ella kanska var tað bara enn einaferð eitt dømi um, at vit føroyingar altíð hava hug at koma í evstu løtu.
Tað var tó skjótt, at ferð aftur kom á, og meðan tónirnar til sing-along musikkin frá Páll, Páll og Finni buldraðu úr tjaldinum, byrjaði festivalurin fyri okkara viðkomandi. Bíðitíðin hevði við sær, at sonurin ikki fekk nakað barnashow við fyrsta dagin, men við stóra Silvalandinum, sum nú fylti alla Akursmørk, var hetta ikki tann stóra skandalan. Hoppi- og klatriborgir eru góður kostur fyri eina lítla barnasál, og fyri okkum vaksnu var hetta kanska mest »irriterandi« momentið á festivalinum.
Kanska eitt sindur margháttligt, tí tey bæði undanfarnu árini var tað eitt sindur keðiligt, at børnini til tíðir høvdu hug at keða seg. Hesa ferð var støðan nærum øvugt. Stóra spælilandið var sum ein magnetur, og tíðum mátti orðalagið herðast, tá vit royndi at siga, at øll tíðin ikki kundi nýtast at klintra í.
Ob- ella subjektivt
Hóast ein slíkur festivalur eisini er annað og meira enn bara tónleikur, so hava framførslurnar á pallinum so avgjørt sína lyklastøðu á einum slíkum.
Ummælini av ymsu framførslunum, sum vóru og vantaðu á festivalinum, hava kanska verið ymiskar, men felags fyri hesi ummæli tykist vera, at tey bara taka støði í listarliga partinum. Hvørt bassurin hoyrdist ov væl ella illa, og hvussu mikrofonin hjá onkrari bakgrundssangarinnu hevði hug at hvørva.
Sjálvur saknaði eg í stóran mun, at hesi eisini tóku útgangsstøði í sjálvari upplivingini. Og ikki minst nostalgiini. At Vágsbøur var tjokkandi fullur, tá klokkan var farin av midnátt, mundi neyvan komast av, at fólk høvdu so ovurstóran vónir til nútíðar góðskuna hjá tónleikinum hjá Maggie Reilly og F.R. David. Har stóðu 8.000 fólk, sum vildu hoyra Mooonlight Shadow og Words Live! Tað fingu tey, og so var tað altso einki minus, at vit í báðum førunum fingu stóra hittið tvær ferðir. Nakað sum eisini var upplagt hjá manninum við myrku sólbrillunum, nú Words kortini er útgivin í tveimum útgávum.
Og so var tað flúgvandi líkamikið, hvørt Maggie Reilly eisini sær út, sum er hon eld 20 ár. Ella at framførslur hennara ikki longur eru eins livandi, sum tær einaferð vóru. Øll sungu við, og øll fingu tað, sum tey komu eftir. Í hvussu so er, um teir dekan ov objektivu ummælararnir ikki verða taldir við. Meini so við, at eitt ummæli væl altíð skal vera subjektivt, eins væl og tað eisini skal støði í teimum fortreytum, sum givnar eru.
Av útlendska ískoytinum fyrra kvøldið vóru the Rasmus annars tann heilt stóra upplivingin. Sjálvir søgdu teir undan konsertini, at teir partvíst høvdu fingið íblástur frá Metallica. Og í nógvar mátar bar ljóðið eisini brá av hesum. Hóast tey flestu einamest mundu gleða seg til stóra hittið hjá bólkinum, so var tað hugtakandi, tá tjúkki bassurin og bankandi trummurnar fingu tankarnar at sveima eini 15 ár aftur, tá svarta albummið hjá Ullrich og Herfield legði heimin fyri føtur teirra.
Anfinn køvdi mjørkatosið
Men tað verða hvørki Rasmus, David ella Reilly, sum fólk flest fara at tosa um. Føroyingum flest dámar at tosa um veðrið, og tað verður fyrst og fremst hetta, sum saman við floglíkindunum verður á breddanum í so máta.
Longu tíðliga leygardagin frættist, at flogferðslan ella mangul upp á sama fór at darva festivalinum. Við nøvnum sum Shu-bi-dua, Roger Hodgson, David Phelps og Johnny Deluxe sveimandi yvir mjørkanum, var stóra kvøldið veruliga í vanda. Ella var tað í øllum førum tað, sum vit upprunaliga hildu.
Tað kundi kanska eisini spilt kvøldið, um spælið varð púrasta spilt og einki flogfar lendi. Og eina løtu var huglagið kring festivalin eisini merkt av hesum. Tað kravdi ein sannan meistara at lyfta stemningin, og tíbetur átti Festivalurin ikki bara ein men tveir av slagnum.
Fyrst og fremst, so loysti Sjúrður Skaale truplu uppgávuna sum frásøgumaður ófatuliga væl. Og tá hann so eisini kundi bera eina bandaða heilsu frá Hodgson til áskoðararnar vaks vónin aftur.
Og so køvdi tað ikki lagið tað allarminsta, at Shubarnir samstundis góvu avboð. Reaktiónin upp á brádliga íkomnu búkilskuna hjá Bundesen var einamest, at »so kann hann hava ein l&«
Og so var tað eisini Anfinn. Geniali Anfinn! Hóast landaplágur hansara hava verið nógvar í tali, so er tó sjáldan, at tað hevur verið høvi at uppliva hann á palli. Tað høvið fingu vit leygardagin, og at mjørkin enntá hevði flutt hesa løtuna yvir á stóra pallin, gjørdi tað ikki verri.
Sjálvur hevði eg annars havt trupulleikar við at sannføra sonin um, at hetta skuldu vit hoyra, áðrenn leiðin aftur gekk til klatriborgina. Sum vera man, so var lagið einki serligt um hetta, men tað broyttist skjótt. Eftir fyrsta sangin skuldi lítli berast halakukk, og so sungu, skrálaðu, klappaðu og róptu vit báðir í kór við øllum hinum mongu, sum stóðu á bønum. Mest sum í fremstu parkett kom rópið av herunum »hasin maðurin er kulir, babba«, og sjálvur kundi eg ikki vera meira samdur.
Raffineraða blandingin av kritikki, speisemi og skemti er nakað, sum Anfinn dugir betri enn tey flestu. Og tó at hann kanska ikki er í heilt sama flokki, sum avboðsrakta sjúk-bi-dua, so hevur hann tó ein fyrimun. Hansara sangir snúgva seg um føroysk viðurskifti og eru á føroyskum, og tí kundi hvør sál á Vágsbøi geyla við upp á Útsalg, Summar, Cirkus Tinganes, í skúri og ikki minst Mítt hjarta pumpar fyri tær. Hesin seinasti enntá sum eykanummar við felagssangi, tá Anfinn saman við sínum kompaní mundi uppliva sina glæsiligastu løtu sum entertainari.
Festivalurin krimaði
Hvat tað var, sum rakti Vágsbø hesa løtuna, er ikki gott at vita. Forsíðan her á blaðnum staðfesti, at Atlantic bjargaði festivalinum. Í Dimmalætting fall hesin heiðurin til Johnny Deluxe. Men sjálvur var eg ikki í iva. Tað var fyrst og fremst toppurin av føroyskum tónleiki, sum fekk alt upp á kók. Eftir ætlan var Kim Hansen annars tann einasti av hesum, sum skuldi vera á stóra pallinum, men tá hinir fingu møguleikan, toku teir av.
Var Anfinn genialur, so var Hanus tað ikki minni umenn á øðrvísi hátt. At framførslan gjørdist væl longur enn upprunaliga tíðarætlanin vísti, tóktist ikki nerva stóra trubadourin tað allarminsta. Tvørtur ímóti bara vaks smílið, og tá hann hevði sungið alla skránna og eykaløg við, mátti annar kostur til. Og hvat var tá meira nærliggjandi enn at lira Ommuna Ludvík av sær!
Eyðun og Terji teljast millum okkara bestu entertainarar, og tó at eg sjálvur eri eitt sindur móður av at hoyra Eros sum felagssang, so riggaði hetta bara heilt væl sum punktum.
At útlendsku stjørnurnar so eisini komu, var prikkurin. Rómin, sum gjørdi køkuna enn vakrari og enn meira vælsmakkandi. Fagnaðurin var eisini ovurstórur, tá Tyrlan hjá Atlantic sum gott pr-stung sveimaði yvir fjøldini við tendraðum ljóskastarum. Framførslan hjá Deluxe var eisini framúr, meðan rock-legendan úr Supertramp hevði kanska mest kenslubornu framførsluna. Hóast hann tá hevði verið á flogi í 36 tímar, so var maðurin eitt stórt smíl. Meira enn nakað, so tóktist hann halda tað vera hugnaligt, at øll soleiðis høvdu bíðað, og tá hittini so komu sendandi yvir bøin, var talan um sælar góða-nátt-tónar.
Sum onkur okkara tók til, tá vit um eitt-tíðina dagin eftir sótu við »morgunmatar-borðið«, so var tað helst gott, at Shu-bi-dua ikki kom. Tí ivaleyst vildi festivalurin tá vart til einaferð um átta-tíðina á morgni ella so!
Ólavsøkan hevur tapt
Tað er kanska hálvgum blasfemiskt við somikið stórari staðfestin. Og ivaleyst er onkur her í høvuðsstaðnum, sum tekur tað alt ov væl upp.
Men saman við G!, sum eg tó ikki helt mær til at fara á, staðfesti Summafestivalurin 2006, at stevnurnar hava tapt. Sjálv ólavsøkan er tikin við fleiri bátslongum. Í so máta var sigurin hjá Klaksvíkingi við Molan bara forspælið, meðan KÍ leveraði eftirspælið, tá teir skoraðu fimm kassar í Gundadali.
Tey bæði seinnu árini hevur Summarfestivalurin yvirlivað bæði regn, storm, mjørka og avlýsingar. Tú kundi kanska sagt, at verri verður tað ikki, og tað boðar bara frá góðum.
Sjálvur eri eg ikki í iva. Spyrt tú meg, hvat eg geri á ólavsøku komandi, so havi eg ikki ánilsi fyri tíð. Kanska eri eg í Havn, og kanska eri eg tað ikki. Men eg veit í øllum førum, hvar leiðin gongur fyrsta vikuskiftið í august. Bíleggingin til seingjarpláss varð latin, longu áðrenn vit fóru í holið næst seinasta sunnudag!