- Herferðin hjá umhvørvisfelagsskapum er øgilig. Ágangur er á brúkaran, sum verður gjørdur meira enn tilvitaður um havumhvørvið, og hvussu tað verður umsitið. Hetta er ein veruleiki, og tí mugu vit saman út í heim at gera kunnugt, at Føroyar skikka sær væl, tá ið ræður um burðardygga veiði, sigur Ólavur Jøkladal Ólavur Jøkladal, sum er skrivari í Føroya Ráfiskaseljarafelag og skrivstovustjóri hjá Føroya Reiðarafelag, hevur um dagarnar grein á heimasíðuni hjá Føroya Ráfiskaseljarafelag um burðardygga veiði, sporføri og gjøgnumskygni.
Hann vísir á, at í hesum døgum verður nógv tosað um burðardygga veiði, hvussu vit mótvegis brúkaranum kunnu náa út við boðskapinum um, at okkara tilfeingi verður væl umsitið, og at veiðan harvið er á burðardyggum grundarlagi.
- Vit hava amboð at taka til fyri at skjalprógva, at alt fer skilagott fram á hesum øki. Vit kunnu vísa á eina eindømis fiskidagaskipan, ið borgar fyri, at tilfeingið verður framúr væl umsitið. Sporførisskipan er eisini á veg, sum verður sjálv skjalprógvanin fyri burðardyggari veiði. Sum er, verður sagt frá allari veiðuni, fiskiskapurin er reguleraður, og fiskur verður so gott sum ikki tveittur fyri borð, tí miðað verður eftir at gagnnýta alt. Tað, sum ræður um, er at skjalprógva hetta fyri brúkaranum og at fáa boðskapin út., sigur Ólavur Jøkladal.
Hann vísir á, at ágangur er á brúkaran, har hann verður gjørdur meira enn tilvitaður um havumhvørvið, og hvussu tað verður umsitið.
- Hetta er ein veruleiki, vit mugu síggja í eyguni og eiga at taka støðu til. Tað hevur tí stóran týdning, at farið verður út í heim at gera kunnugt, at Føroyar skikka sær væl, tá ið ræður um at geva upp veiði, at regulera fiskiskapin, og at vit gagnnýta tilfeingið optimalt. Hetta ger, at vit tora at taka hetta heitið á okkum, sum er ?burðardygg fiskiveiða?.
Ólavur Jøkladal sigur, at vit soleiðis mugu fara út í heim at ?branda? Føroyar, sum hann tekur til.
Lesið greinina á www.rafisk.fo