Sporføri
Ólavur Jøkladal, sum er skrivari í Føroya Ráfiskaseljarafelag og skrivstovustjóri hjá Føroya Reiðarafelag, hevur um dagarnar grein á heimasíðuni hjá Føroya Ráfiskaseljarafelag um burðardygga veiði, sporføri og gjøgnumskygni.
Hann vísir á, at í hesum døgum verður nógv tosað um burðardygga veiði, hvussu vit mótvegis brúkaranum kunnu náa út við boðskapinum um, at okkara tilfeingi verður væl umsitið, og at veiðan harvið er á burðardyggum grundarlagi.
Hava amboðini
- Vit hava amboð at taka til fyri at skjalprógva, at alt fer skilagott fram á hesum øki. Vit kunnu vísa á eina eindømis fiskidagaskipan, ið borgar fyri, at tilfeingið verður framúr væl umsitið. Sporførisskipan er eisini á veg, sum verður sjálv skjalprógvanin fyri burðardyggari veiði. Sum er, verður sagt frá allari veiðuni, fiskiskapurin er reguleraður, og fiskur verður so gott sum ikki tveittur fyri borð, tí miðað verður eftir at gagnnýta alt. Tað, sum ræður um, er at skjalprógva hetta fyri brúkaranum og at fáa boðskapin út., sigur Ólavur Jøkladal.
Hann vísir á, at herferðin hjá umhvørvisfelagsskapum er øgilig.
- Ágangur er á brúkaran, har hann verður gjørdur meira enn tilvitaður um havumhvørvið, og hvussu tað verður umsitið. Hetta er ein veruleiki, vit mugu síggja í eyguni og eiga at taka støðu til. Tað hevur tí stóran týdning, at farið verður út í heim at gera kunnugt, at Føroyar skikka sær væl, tá ið ræður um at geva upp veiði, at regulera fiskiskapin, og at vit gagnnýta tilfeingið optimalt. Hetta ger, at vit tora at taka hetta heitið á okkum, sum er “burðardygg fiskiveiða”.
Sporførisskipan
Ólavur sigur, at tað er her, at sporførisskipanin kemur okkum til hjálpar - at skjalprógva fyri brúkaranum, at alt er eftir “bókini”.
- Endamálið við skipanini er at spora fiskin heilt frá tí, hann verður veiddur, gjøgnum øll lið, til hann umsíðir liggur á borðiskinum hjá brúkaranum, soleiðis at fult gjøgnumskygni er í allari tilgongdini heilt “av grunni og at munni”.
Skrivarin í Ráfiskaseljarafelagnum vísir á, at eitt nýtt partafelag varð sett á stovn í mars seinasta ár. Hetta felag hevur til endamáls at menna eitt talgilt undirstøðikervi til sporførar skrásetingar frá fiskivinnuni í Føroyum.
- Tað er Ráifiskaseljarafelagið, sum er við í hesi verkætlan. Tað sær út til, at skipanin hevur stóran áhuga millum manna út í heimi, og vænta vit okkum nógv av henni, sigur hann.
Ólavur vísir á, at eydnast tað okkum at fáa boðskapin út og soleiðis sannføra brúkaran um, at alt er í lagi, hava vit harvið avvápnað ógrundaðar pástandir hjá umhvørvisfelagskapunum.
- Teir hava ikki havt sum sítt merki at arbeiða objektivt, men tað verður brúkarans álit, ið vit verða noydd at vinna.
Út í heim
Hann heldur, at tíðin er komin til, at ein ella annar fer út í heim at “branda” Føroyar.
- At hetta er alneyðugt, munnu flestir vera á einum máli um.
Ólavur Jøkladal er sannførdur um, at tað hevur stóran týdning hjá okkum, at Føroyar verða “brandaðar” ígjøgnum ta komandi sporførisskipanina, soleiðis at vit vinna brúkarans álit, ið hann metir sum tað týdningarmesta av øllum.
Hann vísir á, at kanningar geva føroyingum góð skoðsmál, ið skuldu verið sjálvsøgd at nýtt í eini mótherferð, tí tað eru altíð nøkur, ið ikki vilja okkum væl.
- Í bretskari kanning, sum varð gjørd í mai mánaði í ár, liggja Føroyar ovarlaga millum tey 53 londini, ið mett varð ímillum. Til dømis vóru Føroyar tað landið, ið fekk hægsta stigatal við atliti at hentleikaflaggi. Tí kann staðfestast, at siðalag føroyinga er gott á hesum øki.
Hann leggur aftrat, at tá vit hyggja at samlaða stigatalinum í kanningini, liggur Noreg á fyrsta plássi við 28,5 stigum og Føroyar á øðrum plássi við 27 stigum.
Tað var bretski granskingarstovnurin “Chatham House”, ið stóð fyri kanningini.
Ólavur heldur, at eitt slíkt úrslit eigur at gerast kunnugt millum manna. Tað skal prentast inn í brúkaran úti í heimi, at føroyingar til allar tíðir eru farnir væl um tilfeingið og gera tað enn.
- Sosiala síðan av sakini er eisini ein týðandi liður í burðardyggari veiðu, at lokalsamfeløgini liva av hesi vinnu, og at fiskivinnan er tann berandi vinnan her á landi.
At vera fyrstir
Skrivarin í Ráfiskaseljarafelagnum heldur, at skipast má soleiðis fyri, at umhvørvisfelagsskapir ikki koma undan okkum.
- Vinnan og almennir stovnar eiga saman at fara út við einum boðskapi - við góðum amboðum sum eitt nú nýggju sporførisskipanini. Tað er týdningarmikið, at skipanin verður ment skjótt og verður sett í verk við fullum seglum í øllum liðum, sigur Ólavur Jøkladal, skrivari í Ráfiskaseljarafelagnum.