KRONIKK
Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard, rithøvundur
Formaður Tjóðveldisfloksins, Høgni Hoydal, hevur nú um dagarnar ein fyrispurning til stjóra og nevnd í Føroya Tele í samband við søluna av Sosialinum. Hetta hevur Høgni allan rættin til og eg eri ikki heilt ósamdur við honum. Størri opinleiki kundu gott verið um hesa sølu, og tað er ikki serliga hóskandi, at sjálvasti okkara løgmaður Jóannes Eidesgaard, skyldmaðurin, systkinnabarnið, stendur á odda fyri hesari sølu, og er avmyndaður á forsíðuni á Sosialinum saman við Jan Müller, blaðstjóra, har boðað verður frá at teir skiljast sum vinir. Heilt erligt, tað minkar eitt sindur um tignina hjá løgmanni at hann er so tætt knýttur at pressuni. Vit vita heldur ikki hvør leikluturin hjá Kristjan Magnussen hevur verið í søluni, hann og stjórin fyri Føroya Tele, Andras Róin eru svágrar. Eg sigi ikki, at nakað skeivt er farið fram, men tað gjørdi einki, sum Javnaðarflokkurin hevði lýst hesi viðurskifti so greidliga, at ongin illgruni var til steðar. Tað er tann sum er ógegnigur, ið hevur skyldu at boða frá hesum sambært okkara fyrisitingarlóg. Javnaðarflokkurin kundi fingið onkran annan partísoldat longri niðri á stiganum at avgreitt hendan handil, heldur enn sjálvasti løgmaður.
Høgni er andstøðupolitikkari í løtuni, burturgloymdur, og tað er hansara skylda at skapa ruðul, so fólk aftur kunnu fáa eyga á hann og hansara flokk, einki øvugt orð um hann brúkar hetta málið. Tað er nú einaferð politikkur.
Tað sum fær meg at tríva í pennin er viðferðin Høgni Hoydal gevur mínum fyrrverandi starvsfeløgum, báðum blaðstjórunum Jan Müller og Eiriki Lindenskov og harvið eisini allari blaðmanningini á Sosialinum seinastu árini. Høgni skrivar:
(Ongin kann lasta Jan Müller, Eiriki Lindenskov og øðrum, at teir dríva partapolitiska propaganga, sum teir altíð hava gjørt.
Hetta eru grovar ákærur og samstundis er hetta ein ákæra um at Sosialurin ikki hevur roynt sítt ítarsta frá at vera eitt vanligt floksblað til at gerast eitt óheft tíðindablað. Og tað er júst her eg kenni meg raktan og partvíst eisini særdan.
Eg havi brúkt átta ár av mínum lívi at gera mín part fyri at broyta Sosialin frá einum vanligum flokksblaði til eitt óheft tíðindablað. Vit eru nógv sum hava tikið tøk, og ábyrgdarblaðstjórin Jan Müller hevur gingið á odda. Seinastu mongu árini hevur Eirikur Lindenskov eisini verið blaðstjóri og hansara partur liggur avgjørt ikki eftir. Hann hevur verið ein eldsál til at broyta Sosialin til eitt óheft tíðindablað.
Alt hetta veit Høgni og hann veit eisini, at hann leggur eftir einum liggjandi manni, tá ið hann sparkar út við, at Sosialurin verður rikin partapolitiskt. Hann veit, at blaðstjórarnir fáa illa vart seg á sannførandi hátt og heldur ikki hini á blaðnum.
Jan Müller er eitt ótrúliga lætt offur hjá Høgna Hoydal. Høgni veit og øll vita, at Javnaðarflokkurin útnevndi Jan Müller til blaðstjóra í áttatiárunum. Tað Javnaðarflokkurin ikki visti var, at Jan hevði heilt aðrar visiónir við blaðnum, enn eitt vanligt floksblað. Seinastu tvey ártíggjuni hevur hann ført hesar visiónir út í lívið og í dag er blaðið óheft.
Eirikur Lindenskov er eisini eitt ógvuliga lætt offur hjá Høgna Hoydal. Eirikur er føddur inn í Javnaðarflokkin. Pápi hansara Jákup Lindenskov hevur í mong ár tænt flokkinum bæði sum løgtingslimur, fólkatingslimur og landsstýrismaður. Eirikur var sum ungur virkin í flokkinum og hann fær ikki tagt sítt tilknýti til flokkin burtur. Harvið er ikki sagt, at hann sum blaðstjóri rekur javnaðarpropaganda. Tað ger hann ikki, tað veit eg.
Høgni Hoydal er ikki nakað dummur hundur, tað svingar væl í ovastu hædd og hann veit, at hvørgin av blaðstjórunum fáa vart seg nakað av týdningi, antin fyri at hava verið í tænastu hjá Javnaðarflokkinum ella at hava arvað ideologist tilknýti til flokkin, eitt band, sum kann verða seigt at rista av sær.
Eg havi síðan eg kom á Sosialin fingið litið mangar álitisuppgávur upp í hendi, og tey flestu árini havi eg havt eitt avgerandi orð at siga um hvørjar greinar vit hava valt at selja blaðið við á forsíðuni. Jan Müller hevur havt álit á míni fakligu hvitan sum útbúgvin journalistur. Eg havi sitið á 100 tals redaktiónsfundum á Sosialinum, og eg veit ikki um eitt einasta dømi, har vit hava valt greinar frá ella til, tí hesar hava tænt einum politiskum flokki meira enn gott er. Jan er umframt at vera blaðstjóri, útbúgvin journalistur og hann hevur altíð lagt doyðin at gera arbeiðið greitt eftir teimum fakligu grundreglunum sum mynda journalistikk. Tað er komið fyri, at vit hava tikið upp greinar hjá journalistum og kanska koyrt tær í skrellispannina, um politiska siktið hjá journalistinum er komið fram um journalistiska siktið og tá hevur onkur orrustan verið. Tað er tann einasta fráveljingin eg veit um. Ein journalistur hevur tvær meginreglur at ganga eftir, hann skal vera so objektivur sum gjørligt og so sakligur í merkingini erligur sum gjørligt.
Tað hevur verið beinleiðis ein vansi hjá Javnaðarflokkinum at átt Sosialin undir leiðslu Jan Müllers. Eg veit ikki hvussu nógv dømi eg havi um, at eg havi valt greinar har javnaðarmenn eru aktørar frá og tikið greinar har tjóðveldis ella fólkaflokksmenn eru aktørar, júst fyri at prógva, at vit eru óheftir. Eg havi valt góðar søgur frá og tikið vánaligar fram, fyri at javnvágin skal haldast, og svikið lesaran og journalistik grundprinsippir, fyri at gera paranoid tjóðveldisfólk nøgd og tey eru ikki nøgd allíkavæl. Hetta frával hevur slett ikki altíð verið tikið eftir journalistiskum grundreglum, nógv meira fyri at prógva, at vit eru óheftir, ikki eitt flokksblað, eitt blað, sum hýsir øllum sjónarmiðum. Eg eri rættuliga vísur í, at Dimma hevur havt júst sama trupulleika við Sambandsflokkinum, sum søguliga hevur verið knýttur at blaðnum, tó ikki sum eigari. Tað hevur verið ein vansi fyri Sambandsflokkin, at Dimma hevur valt eina óhefta kós seinastu mongu árini.
Tað óhugaligasta hjá av øllum hjá hesum báðum stóru bløðum, sum virkuliga royna reka óheftan tíðindaflutning, er at arvurin, sum er partapolitiska tilknýtið, fer at hanga við fleiri ár fram í tíðina, áðrenn øll onnur enn teir seigastu tjóðveldismenninir kunnu siga, at vit hava eina óhefta pressu og í hesum tíðarskeiði er einki annað at gera hjá bløðunum enn at halda fram við óhefta strevinum.
Høgni Hoydal heldur fram, beint eftir frammanfyri nevnda endurgivna brotið:
Men hvør hevur ábyrgdina av, at hetta (partapolitiski tíðindaflutningurin í Sosialinum og á Portalinum) gongur fyri seg við almennum pengum í rygginum og við pengum hjá øllum brúkarum av Føroya Tele aftanfyri?
Hetta er álvarsligt og fær meg at hugsa um, at sjónvarpið við almennum pengum setti Høgna Hoydal burturav sum journalist til at fara á botn í bankamálinum. So skjótt hann var liðugur við hetta journalistiska arbeiðið, sat hann sum formaður í Tjóðveldisflokkinum og á tingi. Var tað almennir pengar sum hjálptu tjóðveldisflokkinum at fáa ein nýggjan formann?
Ótøkk er verðsins løn. Tjóðveldisfólk hava ikki skil fyri pengum, tá ið tað snýr seg blaðútgávu og tey hava sett sær fyri at brúka Sosialin sum málgagn, tí hesin dugir at geva bløð út við vinningi. Sætt út frá einum journalistiskum sjónarmiði er alt ov nógv av einkisigandi politiskum vrøvli í Sosialinum og her eigur tjóðveldisflokkurin bróðurpartin. Tað er ein háðan móti lesarum, og ein hóttan móti alheims skógum, sum levera pappírið, at vit verða tvungnir at síggja hesar lesarabrævsdublettir í Sosialinum og Dimmu. Hevði eg vald á Sosialinum í dag, so skuldi ein nógv strangari útveljing farið fram av tilfari sum politikkarar sjálvur skriva, ikki út frá einum partapolitiskum sjónarmiði, men út frá einum journalistiskum sjónarhorni, har politiska tilfarið, tá ið politikarar fara í sjálvsving, skuldi verið vigað eftir um tað var relevant ella ikki. Eitt politiskt sjónarmið sum var ordiliga relevant, átti slett ikki at komið rátt í blaðið, men heldur at verið viðgjørt at einum journalisti. Sosialurin hevur kanska verið størsta aktivið hjá Tjóðveldisflokkinum seinastu mongu árini. Tað er heilt óhoyrt uttan fyri landoddarnar, tá ið politikkarar siga við journalistar: Nei, eg vil ikki úttala meg til tín, men eg fari sjálvur at skriva um hetta málið í bløðunum. Tí verri er hetta heilt vanligt í Føroyum.
Høgni Hoydal og sannleikin
Tá ið eg sum blaðungur, áðrenn eg fekk dirvið til at skriva, starvaðist eitt stutt skifti á Dagblaðnum í 197677 gjørdist eg rættuliga skelkaður yvir hvat politikkur var fyri nakað, so skelkaður, at eg fekk næstan vaml fyri politikki. Tá íð ein politikkari er valdur, so er lítið samband meira millum tað sum hann lovaði í valstríðnum og tað sum hann fremur í politikki. Ideoligiskar sannføringar verða gloymdar í rossahandlum á tingi sum snúgva seg um at fáa sítt í gjøgnum og lítið samsvar er millum floksskrá og førdan politikk. Hetta er ikki vorðin betri við árunum.
Eitt tað grellasta dømi um hvussu sannleikin kann verða snúgvaður av trøllvaksnum monnum upplivdi eg sum tíðindaleiðari á Sosialinum fyrst í hesi øldini. Ein av okkara sera evnaríku og dugnaligu journalistum, John Johannesen, hevði tosað við Tórbjørn Jacobsen, sum hevði úttalað, at sitandi løgmaður, Anfinn Kallsberg var einki annað enn ein danskur lakajur ella leigusveinur. Her var talan um eina bandaða samrøðu og sjálvandi var hetta ein funnin fressur á forsíðuni. Vit skrivandi journalistar liva av at selja bløð.
Fram í móti evsta marki henda dagin kemur greinin fyri oyruni á Høgna Hoydal, sum tá var landstýrismaður, mest í loysingarmálum, eitt mál, sum fylti alla politisku skipanina, so alt annað lá á láni, men sum er fullkomiliga gloymd í dag og tað eru næstan somu menn og kvinnur, sum sita á tingi.
Tá hugsaði Høgni Hoydal eitt sindur ørvísi enn hann ger í dag, nú hann í hvussu er fimm ferðir nevnir hugtakið ein fræls pressa í sínum fyrispurningi til leiðsluna í Føroya Tele. Tá var tað gamalkommunisturin, sum hugsaði í Kremlbanum ella sum vanlig hugsan var handan jarntjaldið. Hann ringdi út til mín og vildi steðga greinini við góðum og illum. Hann kundi tó ikki koma við eini journalistiskari grundgeving, hóast útbúgvin í samskifti, sum kundi sannføra meg og greinin varð koyrd í blaðið. Nakað seinni, beint áðrenn prentstart, blaðið var farið úr húsinum og niðan á Prentmiðstøðina kemur sjálvasti Tórbjørn Jacobsen út á Sosialin, sum tá helt til á Argjavegi 26. Tórbjørn Jacobsen var tá so nýggjur í politikki, at journalistar tóku hann fyri fult og trúðu tí hann segði. Í dag er hann so vanur at eta tað hann sjálvur havnar, tá ið hann loypir fram av, at hann ivaleyst hevði fingið steðgað eini grein í bløðunum. Tá trúðu vit honum og hildu at hann var maður fyri tí hann segði.
Torbjørn Jacobsen fekk heldur ikki steðgað greinini. Hvat var nú til ráa at taka henda seinnapartin hjá leiðslu Tjóðveldisflokksins. Nú var bara manipulatiónin eftir og tað eru teir meistarar í innan gátt tjóðveldisflokksins. Eitt tíðindaskriv kom sendandi í faksinum. Navnið hjá Tórbjørn Jacobsen, men ikki undirskrift hansaara, minnist meg rætt, stóð undir og í hesum bedýrar hann, at hann ongantíð hevur kallað Anfinn Kallsberg, løgmann fyri ein danskan lakaj ella leigusvein og at hann heldur ongantíð kundi droymt um at gjørt tað.
Eg siti við skrivstovuborð mítt í lokali nummar 11 á Sosialinum við tíðindaskrivinum og bandaðu samrøðuni á borðinum. Eg havi upplivað mangar løgnar støður júst inni á hesi skrivstovu og hetta er tann mest løgna. Á bandinum kallar Tórbjørn Jacobsen Anfinn Kallsberg fyri ein danskan lakaj og í tíðindaskrivinum frá sama manni sigur hann seg ongantíð hava sagt hetta og at heldur ikki kundi droymt um at sagt hetta. Og tað løgnasta av øllum var, at Tórbjørn fór beina leið inn í Eysturoynna, tá ið hann hevði verið á Sosialinum hendan dagin, og hann kann so ikki hava skrivað tíðindaskrivið meðan hann koyrdi ella kundi hann? Vit tosaðu við hann í mobilini á veg norðureftir og vóru í hvussu er sannførdir um, at hann koyrdi bil meðan tíðindaskrivi varð skrivað.
Hinir fjølmiðlarnir fingu eisini hetta tíðindakskriv og gløggi tíðindastjórin á sjónvarpinum tevjar eina góða søgu. Løtu seinni er hann við kameramanni á úti á Sosialinum. Hann fær okkara prógv sum er bandaða samrøðan og eg úttali meg sum tíðindaleiðari til sjónvarpið. Hevði Øssur Winthereig ikki tevjað hesa søgu, so hevði tíðindaskrivið staðið ósvarað sum sannleiki enn tann dag í dag.
Seinni hevur Tórbjørn alment skrivað, at hann skrivaði slett ikki tíðindaskrivið sjálvur, men at Høgni Hoydal skrivaði tað upp á nakkan á honum í vón um, at Sosialurin og Sjónvarpið ikki fóru at avdúka sjálvan sannleikan.
Hevði ein ministari verið avdúkaður fyri at hava logið beinleiðis fyri almenninginum í útlandinum, so hevði hann fingið sekkin. Fyri Høgna Hoydal fekk tað ongar avleiðingar at hava logið upp á floksfelaga sín Tórbjørn Jacobsen.
Tá ið manupulatiónin gerst ein kunstur
Eg eri ikki virkin journalistur í løtuni og tað einasta eg fáist við hetta starv er at fylgja við og kanska gera mær mínar tankar. Og júst í hesum strevi stóð eg sum Kánus, tá ið Tórbjørn Jacobsen aftur gjørdi yvirskriftir, tí hann hevði koyrt skít herfyri. Eg hugsaði beinanvegin, nú man hann vera vorðin so mikið vaksin í politikki, at hann viðgongur at hann sum lóggevari hevur brotið landsins lógir og at hann fúsur og treytaleyst vil ganga undir ta revsing, sum lógin ásetir.
At koyra skít hendir hjá monnum. Øl er annar maður, og sjálvur havi eg ivaleyst onkuntíð koyrt við ov høgari promillum, tá ið eg drakk tamarhaldsleyst fyri skjótt 15 árum síðani. Ein drukkin maður er ikki við síni fullu fimm, og tá er skjótt, at hann eisini heldur seg vera føran fyri at koyra bil.
Men nei. Nú byrjaði aftur manupulatiónin í tjóðveldisflokkinum, ein sjónleikur, sum tók tann mest forheraða á bóli. Skjótt varð málið vent burtur frá, at tjóðveldispolitikkarin hevði ikki varnast ein lyktapela, sum stóð væl grundfestur í ein tonsatungan betongklossa undir jørð á veg til hús henda morgunin aftan á góðan vertsskap onkunstaðni. Nú snúði málið ikki um lógarbrot hjá einum fólkavaldum, sum helst skuldi verið fyrimynd fyri okkum aðrar vanligu borgarar. Málið kom í manupulatiónsmaskinuna hjá tjóðveldisflokkinum og snúði seg nú um hvørt fútin hevði rætt at taka koyrikortið frá einum tingmanni. Nú var ikki longur talan um lógarbrot fyri eina tíð, men um jus, løgfrøðiliga togtugan og málið endaði við at Tórbjørn kom út sum sigursharrin fyri at hava koyrt skít. Hann vann politisk poeng fyri at hava koyrt skít, og fór sjálvur hátíðarliga til fútan at geva honum koyrikortið fyri at hava koyrt skít, eitt koyrikort, sum allir aðrir borgarar missa, tá ið teir koyra við eini promillu, hægri enn eitt ávíst tal og verða uppdagaðir og tiknir væl at merkja. Eitt lógarbrot varð vent til fyrimun hjá lógarbrótaranum og fútin átti at skamma seg, at hava tikið koyrikortið frá einum fullum løgtingslimi. Ha? Hetta verður aðrastaðir kallað at sjálvhátíðarligheitin fer í sjálvsving.
Herfyri var eg sjalvur vitni til eina tíðindasending í útvarpinum, har Tórbjørn Jacobsen rópar og geylar, uttan virðing fyri um hann hevði fingið talutíð frá løgtingsformanninum ella ikki okkara hægsta embæti, har hann spyr um tingið onga heimild átti at geva einum tingmanni, John Johannesen, sálarliga hjálp á statshospitalinum. So respektleyst hevði eg ongantíð hugsað mær at ein tingmaður fór at uppføra seg móti formansskapinum í tinginum. Ein niðurgering, sum fær tað at renna kalt niður eftir rygginum. Eg kenni ikki sálarligu støðuna hjá John Johannesen og veit, at einki forgjørt er í at tosa við ein sálarfrøðing ella sálarlækna, tá ið sálin hevur ilt. Havi sjálvur tosað við sálarfrøðing onkuntíð í lívinum og tað eigur ikki at vera ein skomm í dagsins Føroyum 2006.
Eg eri heldur ikki førur fyri at meta um sálarstøðuna hjá Tórbjørn Jacobsen og tó eri eg eitt sindur illgrunasamur um alt er rætt samanstemmað í ovastu hædd hjá hesum manni, sum næstan dagliga loypir fram av og sum ikki treytaleyst biður um umbering, tá ið so er. At fýra alt sítt gor og gall av fyrst og síðan treytaleyst biðja um eina lunkaða umbering, hevur ikki nógv við eina angrandi umbering at gera. Treytaleyst er treytaleyst.
Vælsignaði Høgni. Gev hesum monnum á Sosialinum ein møguleika. Teir royna í hvussu er alt sum stendur í teirra makt, at fáa eitt óheft blað út á gøtuna. Teir gera nakað sum tit tjóðveldismenn ongantíð hava megnað. Kreditorar missa ikki pengar upp á blaðútgávu Sosialsins, eins og teir gera upp á tykkara royndir. Tey á Sosialinum sita og skriva eitt blað, sum í hvussu so er roynir at vera so óheft sum menniskjansligt gjørligt, og teir geva hetta blað út við vinningi. Tit hava gjørt tykkara royndir á blaðútgávuøkinum og dumpað. Tobbi svíður enn í milliónatapi fyri tað. Fregnir var eitt flott blað í uppseting, men tað stinkaði so nógv av nationalismu, at tann hugsandi lesarin vendi tí bakið, 14. sep var so reindyrkaður nationalistiskur at har var ikki pláss fyri nøkrum øðrum, heldur ikki lesaraum. Teir á Sosialinum duga nakað sum tit ikki duga, viðgangi tað. Gevið teimum ein møguleika.
Politiskt eri eg heimleysur og politiskt heimleysur eri eg sloppin at arbeiða á Sosialinum í mong ár, eisini sum leiðandi medarbeiðari uttan politiska stýring av nøkrum slagi. Óhefti Sosialurin eydnaðist, og tað er kanska tað sum svíður allarmest í øvundsjúkuraktu tingmanning Tjóðveldisfloksins.