Tann eina ferð so væl umtókta írska rockstjørnan Bob Geldof er ikki so væl umtóktur á pallinum longur.
Nú um dagarnar noyddist Geldof at avlýsa tvær konsertir, sum hann skuldi hava í Italia, tí tað vísti seg, at færri enn 50 høvdu keypt sær atgongumerki, skrivar AP. Umboðsmaður hansara í Italia, Fransesco Iacovone, heldur, at onkur hevur boykottað konsertirnar, men sjálvur hevur Bob Geldof longu boðað frá, at hann ætlar sær at halda konsert í Italia seinni.
Í fjør skipaði Bob Geldof fyri Live 8-konsertunum um allan heimin, og tá fekk hann nógv rós, men hann noyðist ivaleyst at sanna, at tann tíðin er farin, tá fólk komu at lurta eftir honum.