Føroyar liðið er komið til Rumenia í dag og í løtuni er tíðindafundur á leikvøllinum hjá Cluj. Lars Olsen og Hallur Hansson svara spurningum.
Lars Olsen: Hetta er óvia ein dystur millum tvey lið, sum eru vónbrotin. Bæði hava tapt, so hetta kann blíva ein spennandi dystur. Vit eru fegnir um at vera her. Vit vóru her fyri fýra árum síðani og taptu 1-0. Um eg minnist rætt, so var avrikið gott og tað vóna vit tað eisini verður í morgin.
Hvat hevur tú lært av dysitnum hjá Rumenia móti Svøríki?
Lars Olsen: Eg helt at Svøríki var betri í fyrra hálvleiki, meðan Rumenia var betri í seinna hálvleiki. Serliga tá Claudiu Keșerü kom á vøllin. Eg haldi at Rumenia hevur ein sterkan miðvøll. Nicolae Stanciu og hinir á miðjuni stríðast hart.
Hevur Kaj Leo í Bartalsstovu fortal tykkum nakað um Rumenia?
Lars Olsen: Hann hevur ikki fortalt okkum so nógv. Hann var her í seks mánaðir, men vit vita at Rumenia er eitt sterkt lið.
Hallur Hansson: Eg tosaði við Kaj Leo tá hann var í Rumenia, men vit hava ikki tosað so nógv um tað hesaferð. Vit vita at Rumenia er eitt sterkt.
Hvat sigur tú til, at summi halda vit eiga at vinna stórt á tykkum?
LO: Tað søgdu tey kanska eisini, tá vit vóru her fyri fýra árum síðani. Tá vóru vit ikki so langt frá at fáa ein javnleik. Vónandi hendir tað aftur.