Tíðindafundur um festival í Kirkjubø útsettur

Fráboðaði tíðindafundurin hjá stigtakarunum av fyribilskallaða Føroya Festivalinum í Kirkjubø er fyribils útsettur Sum Portalurin og Sosialurin skrivaði í gjár, er ætlanin at skipa fyri festivali í Kirkjubø í døgunum 16.-18. juli næsta ár. Millum stigtakararnar eru Mark Joensen, James Olsen og Fróði Vestergaard.

Í innbjóðingini til tíðindafundin mánadagin, sum nú altso er útsettur, stóð, at ætlanin er at borðreiða við nøkrum av tí besta tónleikarliga, sum finst í Føroyum, eins og kend útlendsk nøvn vera á skránni. Harafturat verður skipað fyri undirhaldi til bæði børn og aðrar aldursbólkar.