Tíðindamenn halda flaggdagsrøðu

Í dag er flaggdagur, 25. apríl, og hetta verður hátíðarhildið við flaggdagshaldum kring alt landið

Flaggdagur verður hátíðartíðarhildin mestsum allastaðni í Føroyum í dag. Í ár hava tvey pláss ognað sær ein tíðindamann frá ávíkavist Sosialinum og Útvarpi Føroya at flyta fram flaggdagsrøðuna.
Í Funningsfirði verður flaggdagshald hildið uttanfyri skúlan klokkan 17.00. Har fer Jústinus Leivsson Eidesgaard at flyta fram røðu. Kór í Kollafirði kemur at syngja, og aftaná verður høvi at fáa kaffi og okkurt annað gott í skúlanum.
Runavík hevur hin tíðindamannin. Flaggdagshaldið verður á økinum sunnan fyri Býráðshúsið. Har fer Hilmar Jan Hansen at halda flaggdagsrøðuna, og eisini fer Nes Sóknar Hornorkestur at spæla. Skótar og ítróttarfólk ganga skúgongu frá ítróttarøkinum klokkan 14.30.