Mótmæla hækking hjá Strandfaraskip landsins av prísi á farma og ferðafólkaflutningi til útjaðarin
Kommunurnar í Suðuroy vilja hervið harliga átala ætlaðu príshækkingina á farma og ferðafólkaflutningi hjá Strandfaraskip landsins.
Henda framferð kann ikki góðtakast og er als ikki í trá við fráboðaða útjaðarpolitikkin, sum skuldi stimbra undir vinnulívið og livikorini í útjaðarinum, so at hesin partur av Føroyum eisini kom upp í part og fekk nøkulunda somu møguleikar sum miðstaðarøki.
Hendan kappingaravlagandi príshækking, sum skaðar vinnulív, ferðavinnu og livikorini annars í útjaðarinum er sum steinur omaná byrðu fyri útjaðarin.
Suðuroy, hin 21. januar 2003
Sumbiar kommuna
Vágs kommuna
Porkeris kommuna
Hovs kommuna
Fámjins kommuna
Tvøroyrar kommuna
Hvalbiar kommuna