Tók 413.000 krónur

Í morgin fer Føroya rættur undir at viðgera sakarmálið móti fyrrverandi starvsfólki í Statens Luftfartsvæsen í Vágum. Hin ákærda hevur játtað seg seka

Í fýra ár hevur ein 46 ára gomul kvinna eftir øllum at døma framt fíggjarsvik móti arbeiðsgevara sín, Statens Luftafartsvæsen í Vágum. Í tíðarskeiðinum 1992-96 hevur eydnast henni at lirka 413.000 krónur úr skipanini og í egnan lumma. Kriminalløgreglan er liðug at kanna málið, og í farnu viku varð ákæruritið latið fútanum. Málið kemur fyri í Føroya Rætti í morgin klokkan 9.30.

Hin ákærda, ið hevur játtað seg seka, er ikki handtikin, tí løgregla og ákæruvald ikki halda vanda vera fyri, at hon fer at rýma ella ávirka vitni. Sagt verður eisini, at stórur partur av kanningararbeiðinum bart út sagt er pappírsarbeiði. Kvinnan er kortini avhoyrd og hevur sambært ákæruvaldinum víst góðan samstarvsvilja.


Grannskoðan feldi kvinnuna

Sambært ákæruritinum hevur kvinnan m.a. tikið kekkar og reiðan pening, stungið í egnan lumma og eisini flutt partar av hesum upphæddum á egna konto. Orsøkin til, at undandrátturin kundi fara fram í fleiri ár, verður hildin at vera, at kvinnan so at siga sjálv hevði ábyrgdina av eftirlitinum.

Málið tók seg upp í oktober í fjør, tá innahýsis grannskoðan vísti, at roknskapurin ikki passaði. Tá varð málið latið løgregluni, sum hevur kannað málið síðani. Kvinnan fekk sekkin alt fyri eitt.

Í slíkum málum hevur støddin á upphæddini stóran týdning í sambandi við revsingina. Í 1997 fekk fyrrverandi stjórin á Bileftirlitinum 18 mánaða fongsul fyri at hava tikið knappa millión til sín sjálvs í einum 5 ára skeiði.