Við tiltaki í Smæruni í Havn seinnapartin í dag heiðraði Ítrottarsamband Føroya føroysk ítrottarfólk.
Sí eisini reportasju og samrøður frá FM1 við at trýsta her
Tríggir heiðrar skuldu latast. Ársins átak, ársins eldsál og ársins ítrottarnavn.
Ársins átak gjørdist átakið, Flogbørn, ið skipar flogbóltsvenjingar og kappingar fyri skúlabørnum kring landið.
Heiðursskjal Poul E. Petersen var latið ársins eldsál. Peter Hentze Niclasen fekk henda heiður fyri sítt stóra virksemi í føroyskum borðtennis.
Seinast var ársins ítrottarnavn kosið. Heiðurin var latin Torkili Veyhe, fyri síni avrik í altjóða súkklukappingum í 2018.
Ætlanin er at ÍSF fer at halda hetta heiðurstiltak á hvørjum árið, og hildið var fyri at komandi tiltøkini fóru at vera stórfingnari, har heiðurslønirnar verða latin á einum gallatiltakið.