Tók skipsførara í frítíðini

Martin A. Hansen hevur siglt við Tórsborg, meðan hann hevur tikið sína skipsføraraútbúgving, og hann hevur ongan túr mist við skipinum.

Ein av skipførarunum, sum fekk prógv seinasta fríggjadag, var Martin A. Hansen í Vestmanna. Hann siglir við Tórsborg hjá Skansi Offshore, men hevur kortini megnað at fullført sína útbúgving uttan at forsøma nakran túr við Tórsborg.

 

Martin A. Hansen hevur skipað soleiðis fyri, at hann hevur verið á Vinnuháskúlanum, tá hann hevur verið heima. Hann er vanliga fimm vikur burtur og fimm vikur heima hvørja ferð. Tá hann so er komin heim mikukvøld, er hann farin í skúla hósmorgun og hevur gingið regluliga í skúla, til hann so er farin avstað aftur mikudag fimm vikur seinni.

 

Hetta hevur latið seg gera hjá Martini, tí tað er ikki møtiskylda, tá tú lesur til skipsførara á Vinnuháskúlanum.

 

Martin A. Hansen hevur tikið uppgávurnar niður av netinum, hevur loyst tær á frívaktunum umborð og hevur síðan sent tær aftur. Hetta hevur kravt ”disiplin”, men hevur væl latið seg gera.

 

Tá tú tekur eina skipsføraraútbúgving á henda hátt, fært tú bara helmingin av undirvísingini við, og tú noyðist sjálvur at lesa alt tað, sum aðrir næmingar, ið møta á skúlanum, fáa undirvísing í. At sigla í føstum kjansi og síðan ganga í skúla og lesa, tá tú ert heima, ger, at tú ongantíð hevur frí.

 

Men, hetta ber tll, tá tú veitst, at tað er soleiðis í eina ávísa tíð.

 

Martin A. Hansen hevur tikið sína skipsføraraútbúgving yvir hálvt fjórða ár. Nú hann hevur fingið sína útbúgving, hevur hann næstan eisini fingið sína fullu siglingstíð. Honum vantar bert tveir ella tríggjar mánaðir, so er vinnubrævið eisini komið í hús.

 

Hjá Martini A. Hansen hevur tað passað einastandandi væl við próvtøkum, meðan hann hevur verið knýttur at Vinnuháskúlanum, samstundis sum hann ongan túr hevur mist umborð á Tórsborg.