Bústjórarnir í Faroe Seafood í konkurs, Eyðfinnur Jacobsen og Ingi Højgaard, eru í samráðingum um at leiga bæði virki og skip út. Eyðfinnur Jacobsen sigur, at talan er um partrolararnar hjá Faroe Fish 2 - tað eru kubatrolararnar, og um nøkur virki. Júst hvørji virki, talan kann verða um, kann hann ikki siga nakað um enn.
Tey virkini, sum liggja lótu aftur, nú Fiskavirking fór í konkurs, vóru virkið í Vági, í Havn, á Toftum, í Runavík og í Vestmanna.
Hugsandi er altso, at virksemi kemur aftur í nøkur teirra, og at í hvussu so er partrolararnir fara útaftur.
Eyðfinnur Jacobsen sigur, at tað neyvan hendir nakað í hesi vikuni, men helst í næstu viku.