Takk fyri møguleikan at senda tilfar til tykkum um Frá Minus til Pluss - »Handan 99«, við vón um at tit seta tað í blað tykkara.
Nú er ein mánaður gingin síðani bóklingurin Frá Minus til Pluss bleiv borin út í Føroyum. Og sigast má at móttøkan av bóklinginum hevur verið frálík, og til signing fyri mong. Higartil hava uml. 30 fólk nýtt høvi at senda svarkortið, sum er aftast í bóklinginum, innaftur fyri at fáa bóklingin »Tey fyrstu fetini« tilsendan. Tey flestu ynskja at fáa leiðbeining og hjálp fyri at koma víðari við Jesusi sum Harra í teirra lívi, og fyri at koma inn í eina meinigheit. Gleðiligt er at hoyra vitnisburðar, um at við at lesa bóklingin fingu tey svar uppá spurningar tey hava gingið við, og sum bar frelsisvissu við sær. Um tað enn er onkur sum ikki hevur fingið bóklingin, »Handan 99« ber til at venda sær til postboði við navni og adressu, og tey fáa hann tilsendan skjótast tilber.
Vit í nevndini vilja nýta høvið at senda eina hjartans tøkk til tykkum mongu kring landið sum trúfast hava stuðlað tiltakinum í bøn og fíggjarliga.
Vinarliga heilsan vegna Minus til Pluss
Símin Hansen formaður