Tað er alla æru vert at onkur enduliga torðir at tosa í móti fagfelagsrørsluni.
Eg eri púra samdur við løgmanni tá hann sigur at “…hvar er samhaldsfesti í tí…” har hann sipar til, at fagfeløgini ikki vilja strika lønarhækkingina, og samstundis harta landsstýrið fyri at skerja vælferðina. Um mann vil hava tamarhald á undirskotinum á fíggjarlógini, hvussu kann mann so fíggja eina lønarhækkan, uttan at mann má taka peningin frá onkrum øðrum? Ella skal mann heldur hækka skattin?
Er tað góður fíggjarpolitikkur at hækka skattin tá tað er ein afturgongd í búskapinum? Nei. Tað, at hækka skattin, ger at tað privata húsarhaldi fær minni pengar at ráða yvir, og tað gerð at eftirspurningurin eftir vørum og tænastum minkar. Tað hevur við sær at tann privata vinnan hevur eina minking í inntøkum, og má møguliga siga fólki úr starvi, og so kemur tað minni inn í skatti.
Sjálvandi er tað rætt at lønirnar hækka, men er tað rætt at hækka lønirnar, tá tað gongur útyvir onnur? Tað vil eg ikki halda er samhaldsfesti.
So enn eina ferð. Takk Kaj Leo Johannesen, løgmaður. Takk at tú torir at siga tína meining móti einari rørðslu, har tað ikki hevur verði “loyvt” at kritisera.