T. M. Smith
-------
Meðan eg siti við stovuvindeygað og hyggi út á fjørð, fer Ritan fram við boyuni úti fyri Tinganesi á síni fleiri og túsundi ferð til Nólsoyar. Eg siti og stúri ikki sørt fyri, tá ið hon fer seinasta túrin út hagar, tí í Tinganesi hava tey gjørt av, at taka hana frá nólsoyingum og flyta hana norður í Norðoyar at sigla í staðin fyri at byggja svínoyingum og fugloyingum eitt nýtt skip.
Nú meðan eg eri við hetta, at byggja skip her á landi, sær út til, at her má einki henda í so máta. Í staðin fyri at tað var so sjálvandi at farið undir at bygt okkum eitt nýtt fiskirannsóknarskip, sum er púra klárt frá tekniborðinum, so hendir hvørki eitt ella annað. Eg skilji ikki slíkan politikk, og tað eru tað nógv við mær, ið heldur ikki skilja eitt petti av.
Nú aftur til Rituni. Eg minnist so væl tá ið John bróðir sat í køkini og teknaði fyrsta útkastið til Rituna. Fyrst skuldi sjálvandi havast í huga longd og breidd, og út frá tí var skjótt komið til útsjóndina, eina útsjónd, sum var eitt John Smith-design. Hann hevði ein linjusans fyri skipum, sum var sera vakur, og sjálvandi eisini var praktiskur og hóskiligur til endamálið. So fór hann í holt við innrættingina. Maskinrúmið og brúgvin fingu síni pláss, og so plássið til ferðafólkið.
Tann endaliga tekningin varð latin landsstýrinum, og Ritan bleiv bygd í Monnickendam í Hollandi eftir hesi tekningini í 1971.
Sjálvandi vórðu aðrar útrokningar gjørdar, stabilitetur og annað, og úrslitið var, at tað neyvan hevur verið bygt betri sjóskip enn Ritan til okkara strandferðslu. Eg haldi ikki, eg fari skeivur, tá ið eg sigi, at hon hevur fæst avlýsingar fyri veður enn hini strandfaraskipini.
Hon er nú 39 ára gomul, og hóast tað, hevur hon enn dám av einum nútímans skipi.
Hesa løtuna við vindeygað er Ritan farin niðan um Skansatanga á veg aftur út í Nólsoynna. Klokkan er farin av tíggju um kvøldið, og hon er á síni tíggjundi ferð aftur og fram síðan klokkan hálvgun sjey í morgun. Eg spyrji bara: Er betri ferðasamband enn við Rituni nakra aðrastaðni í allari verðini, og við betri skipi?
Nú loysir hon aftur í Nólsoy – klokkan er hálvgum ellivu – enn er ljóst, og tað er dýrdarveður, so hon sæst koma út ígjøgnum innsiglingina í Nólsoy. Um tjúgu minuttir leggur hon at á Bursatanga eftir ein arbeiðsdag upp á sekstan tímar.
Tað er ikki bara í dýrdarveðri, hon siglir hesar tíggju túrarnar, men í øllum veðri hvønn dag.
Við øllum góðynskjum við eydnu til Ternuna, sum nú fer at røkja rutuna millum Nólsoy og Havnina.
Saknur verður í, tá ið Ritan ikki sæst í Nólsoyarfirði longur.