Tøknilig dagførd koyrifrálæra

Gamlar pappírs-koyrilærubøkur fáa nú av álvara kapping frá hátøkniliga heiminum. Koyrilærarin Benny Eidesgaad hevur júst fingið framleitt eina DVD-koyrifrálæru við føroyskari talu og við føroyskum dømum.

Fløgurnar ?Teori við Garanti?, sum eru í boksini, gjøgnumganga stutt øll viðkomandi evni og allar reglur við video, 3D animatiónum og myndum. Eisini eru royndir við gjøllari gjøgnumgongd og frágreiðingum um tær vanligastu teoriroyndirnar hjá Akstovuni.

-Tað góða við at arbeiða við hesum slagi av teorifrálæru, er at tað lutfalsliga ómakaleyst ber til at broyta innihaldið, so tað altíð samsvarar teimum lógum og reglum, sum eru galdandi á ferðsluøkinum, sigur Benny Eidesgaard og vísir á hægst loyvdu promillu, ið skal broytast í næstum, sum eitt dømi.