Tilbúgving
Tað líkist ongum, at Smyril verður lagdur í Havn í nátt.
Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri, er sera misnøgdur við, at Smyril varð lagdur í Havn, nú hann segði frá ódnarveðri síðstu nátt.
Smyril fór úr Suðuroy klokkan 15.30 í gjár, eftir ferðaætlanini. Men longu á miðdegi í gjár, boðaði Strandferðslan frá, at av tí at hann boðaði frá ódn, sigldi hann ikki suður aftur klokkan 19 í gjárkvøldið eftir ferðaætlanini.
Ístaðin skuldi hann sigla suður klokkan 7 í morgun árini og so norðuraftur klokkan 9.30.
Men síðani varð fráferðin úr Havn aftur útsett til klokkan 13.30 í dag.
Mistu trygdina
Hetta er fallið borgarstjóranum á Tvøroyri fyri bróstið.
Smyril er ein týðandi partur av tilbúgvingini hjá Suðuroynni. Fyri trygdina hevur tað stóran týdning, at hann liggur í Suðuroy og tí eigur hann ikki at verða tikin frá okkum, sigur Kristin Michelsen.
Vit hava bygt skip fyri næstan 300 milliónir og nýggja Havn í Suðuroy fyri 60 milliónir, so tað er heilt óskiljandi, at hann ikki kann liggja har, men verður tikin frá okkum, nú boðað var frá ódnarveðri.
Hann spyr eisini um tað yvirhøvur kann góðtakast, at vit hava bygt eina havn fyri 60 milliónir, sum skipið ikki kann brúka í øllum veðri.
Hann sigur, at nú hann segði frá ódn, hevði tað verið sjálvsagt, at Smyril varð liggjandi í Suðuroy í nátt, skuldi ein neyðstøða tikið seg upp í óveðrinum.
Var ikki siglandi, var ongin orsøk at siglt norður seinnapartin í gjár, leggur hann afturat.
Við tað, at Smyril varð liggjandi í Havn í nátt, er trygdin sostatt eisini tikin frá suðuroyingum í eini møguligari vandastøðu og tað kunnu vit ikki góðtaka.
Tók ein neyðstøða seg upp í Suðuroy í ódnarveðrinum síðstu nátt, minkaðu møguleikarnir at fáa hjálp, munandi, tá ið Smyril lá í Havn.
Tí skuldi hann heldur ligið í Suðuroy í nátt, tí vit eru hóast alt tað økið, sum eru longst burtur frá Landssjúkrahúsinum.
Borgarstjórin á Tvøroyri fer tískil at taka spurningin upp, bæði í Tvøroyrar Kommunu, men eisini við hinar kommunurnar í Oynni, umframt við bjargingarfeløg og onnur í hava við trygd og hjálpararbeiðið at gera.
Hetta mugu vit øll mótmæla í felag, so at tað ikki hendir aftur, sigur hann.
Í fyrstu syftu hevur Tvøroyrar Býráð samtykt at senda Strandferðsluni skriv, har tað verður mótmælt, at Smyril varð lagdur í Havn, tá ið boðað varð frá óveðri, samstundis sum Býráðið vil hava Strandfersðluna at bera so í bandi, at tað ikki hendir aftur.
Seinni verður so málið tikið upp við aðrar partar, sum hava við tað at gera.