Tá løgmaður fjaldi sannleikan

TRÚVIRÐI Hóast løgmaður fekk tað skorið út í papp frá stjóranum í Taks, at Sp/f Sisero hevði givið landinum staðfest tap av mvg upp á 200.000 krónur, so boðaði løgmaður alment frá, at »tølini eru so lítil, at eg enn ikki havi fingið endaliga staðfest, um tað var nakað millumverandi yvirhøvur«. Løgmaður segði ikki sannleikan og sendi Kringvarpinum bara partar av skjølunum, sum løgmaður hevði fingið frá Taks. Tað vísa skjøl, sum Sosialurin hevur fingið innlit í

Eirikur Lindenskov

Tá Kaj Leo Johannesen, løg­mað­ur, tann 10. august klokkan 15:42 skrivar á Face­book, at hann nú hevur fing­ið mill­um­ver­andi mill­um lands­­kass­an og fel­øg, sum hann hev­ur átt í og hev­ur sent tey til Kring­varp­ið og Norð­­lýsið, tá sigur hann til­vitað ikki sannleikan.
Kaj Leo Johannesen sigur so­leiðis:
Tølini eru so lítil, at eg enn ikki havi fingið enda­liga stað­fest, um tað var nakað mill­um­verandi yvirhøvur.
Hetta er bein­leiðis ósatt.
Eitt er, at løgmaður held­ur tølini vera so lítil, sum land­ið hevur mist av hansara virk­semi. Tað veldst um tann, sum met­ir um tølini. Men tá løg­­maður sigur, at hann »ikki enn hev­ur fingið staðfest, um tað var nakað millumverandi yv­ir­­høvur«, tá sigur hann bein­­leiðis ósatt, tí tað hevur hann fingið staðfest væl og virði­liga við frágreingunum frá Eyðuni Mørkøre, stóra í Taks.
Kortini sendir hann bara ein part av samskiftinum mill­­um seg og Eyðun Mørk­øre til Kringvarpið og Norð­lýs­ið. Hann sendir ikki tann part­­in, har Eyðun Mørkøre væl og virðiliga forklárar løg­manni, hvussu tapið í Sp/F Sisero hongur saman, og at talan ikki er um metingar men stað­fest tap.

Løgmaður fær greið boð frá Taks
Sosialurin hevur fingið innlit í samskiftið, sum hevur verið mill­um løgmann og stjóran á Taks, Eyðun Mørkøre, eftir at Sos­ialurin avdúkaði, at løg­­maður hevði sagt ósatt um, at felag, hann varðaði av, hevði kostað landinum peng­­ar.
Tann 7. august klokkan 18:24 sendir Kaj Leo Johanne­sen umvegis sína iPhone ein teldu­post til Eyðun Mørkøre, stjóra í Taks. Løgmaður spyr so­leiðis:
»Hey Eyðun. Kann eg fáa at vita, um Farex P/F og Kald­bak Sea­food og KRK Holding høvdu nak­að millum­verandi upp á MVG, tá tey vóru av­tik­in v Kaj Leo«
Stjórin í Taks svarar løg­manni góðan tíma seinni, at hann skal finna fram upp­lýs­ing­­­ar­nar sum skjótast.
Morgunin eftir klokkan 08:28 svarar løgmaður stjóra­num á Taks aftur, takkar fyri og bið­ur um eisini at fáa somu upplýsingar fyri Trans Far­ex Invest P/F.
9. august klokkan 13:40 svar­­­ar Eyðun Mørkøre løg­­manni, at Taks hevur av­skriv­­að 45.692 krónur í mvg og 19.561 krónur í parta­felags­s­katti upp á Farex. Hann sigur, at mvg’ið er ásett við meting.
Hann sigur eisini, at Taks einki hevur mist upp á Kald­baks Seafood.
Viðvíkjandi KRK-Holding sig­ur Eyðun Mørkøre, at Taks hev­ur avskrivað 21.851 krón­ur í mvg og 21.831 kr í parta­fel­agsskatti. MVG og skatt­ur er ásett við meting.
Viðvíkjandi Trans Farex ­In­vest sigur stjórin í Taks, at Taks hevur avskrivað 19.561 krón­ur í partafelagsskatti, sum er ásettur við meting.
Viðvíkjandi Sp/F Sisero sig­ur Eyðun Mørkøre, at Taks hevur avskrivað 219.438 krón­­ur í MVG og 23.628 í parta­­felagsskatti. Her er bara parta­felagsskatturin er ásett­ur við meting.

Metingar
Klokkan 14:35 hósdagin 9. august sendir Eyðun Mørk­øre løgmanni hendan teldu­postin:
»Hey Kaj Leo
 Víst verður til tele­fon­sam­røðu fyri løtu síðan.
 Sum vit hava greitt frá so verða metingar gjørd­ar soleiðis:
*Met­ing­ar av mvg verða gjørd­­ar, tá TAKS ikki mót­tek­­ur mvg-uppgerðir. Met­ing­­ar­nar verða vanliga gjørd­­ar auto­mat­isk og verða grund­að­ar á sein­astu 4 mvg-upp­­gerð­­ir­nar.
**Met­ingar av parta­felags­skatti verða gjørdar, tá TAKS ikki móttekur roknskap og vinnuliga sjálvu­ppgávu. Metingin er grundað á undanfarin ár og vitan sum annars er tøk.
Tá eitt felag fær trupulleikar við rakstrinum kann man væl rokna við, at tað kann vera orsakað av, at inn­tøku­r­nar svíkja, og tí verður eisini min­ni mvg at avrokna til TAKS, og til síðst, áðrenn felagið er avtikið, er helst einki mvg at avrokna. TAKS er vanliga ikki tann fyrsti, sum fær vitan um, at eitt felag ikki megnar at svara hvørj­um sítt. Tí metir TAKS, tá vit ikki vita betri, at feløg koyra víðari soleiðis sum tey plaga, og tað er tað, sum met­ing­arnar eru grundaðar á, tá uppgerðir ikki verða latnar inn. Tað er tí góður møgu­leiki fyri, at hesar met­ing­ar eru ov stórar og harvið skeiv­ar. Tá virksemi í einum felag er steðgað, verða hesar meitingar vanliga ikki rætt­aðar yvir fyri TAKS, og tí er enda­liga upphæddin, sum TAKS avskrivar, í nógvum førum ikki røtt og helst í nógvum førum størri enn veru­leikin er.
Vinaliga 
Eyðun Mørkøre
Stjóri«

Siseroð-tapið er staðfest
Sama kvøld, 9. august, klokk­an 20:33 sendir løg­mað­ur ein teldu­post til Eyðun Mørk­øre við síni iPhone, har hann takk­ar Eyðuni Mørkøre fyri svar­ið og spyr:
»Kundi eg fingið útskrift av metingini upp á Sisero MVG í morgin v Kaj Leo«.
Til hetta svarar Eyðun Mørk­øre klokkan 22:06 sama kvøld:
– Eg skal kanna tað í morg­­in, men eg veit ikki, um tað sigur nakað, ella um tað er rel­e­vant, tí í avskrivaðu mvg-upphæddini hjá Sisero er ikki talan um metingar. Í upp­lýsingunum viðv. Sisero stóð nevnliga soleiðis:
Viðv. Sp/f Sisero
Taks hevur avskrivað mvg kr. 219.439,11. Hera­av er renta kr. 50.000, sum er skuld­skrivað síðani felagið fór kon­kurs. Taks hev­ur av­skriv­að parta­felags­skatt kr. 23.628,32. Herav eru rentur kr. 4.703,32
Skatturin er ásettur við met­ing.
Tvs at bara parta­felags­skatt­­urin er ásettur við met­ing.
Í okkara granskan í máli­num er ein málsviðgeri hjá okk­um annars komin til hesa frá­greiðing, sum kanska sig­ur eitt sindur meira:
Viðv. Sp/f Sisero - vtal 522015.
Hetta felag er farið í kon­k­urs tann 24.07.2007. Hetta fráboðar adv. Óla J. Kris­toffersen okkum (Skjal 07/41035). Tann 31.10.2007 meld­­að vit krav í búgv íalt kr. 314.200,99 (skjal 07/08677-7). Vit viðmerkja í okkara brævi, at mvgið partvís er mett. Sein­ni verða vantandi mvg­upp­­gerðir flýggjaðar okkum og tann 15.01.2009 broyta vit krav­ið til kr. 209.340,99 (skjal 07/08677-12)
Tann 2.09.2009 fáa vit upp­­skot til búroknskap frá kur­ator. Av okkara kravi kr 209.340,99 fáa vit divedendu kr. 11.249,56 (skjal 07/08677-14). Pen­ing­in inntøkuføra vit tann 2.11.2009.
Tann 02.11.2009 avskrivað vit part­a­fel­agss­katt kr. 18.925,00 og rentu kr. 4.703,32. Skatt­­urin er ásettur við met­ing. (skjal 07/08677-17)
Tann 02.11.2009 avskriva vit mvg kr. 219.439,11. Herav er renta kr. 50.000,00, sum er skuld­­skrivað síðani felagið fór kon­kurs. (skjal 07/08677-8)
Hesi boðini fær løgmaður altso 9. august klokkan 22:06 frá stjóranum á Taks, Eyðuni Mørkøre.
Dagin eftir, fríggjadagin 10. au­gust tosa løgmaður og Eyðun Mørkøre saman í tele­­fon. Har hevur løg­mað­ur eft­ir øll­um at døma aftur spurt um met­ing­ar­nar fyri Sp/f Sisero. Klokk­an 13:42 hendan dagin send­­ir Eyðun Mørk­øre løg­manni enn eitt teldu­bræv, sum er soljóðandi:
»Hey Kaj Leo
Sum eg greiddi frá í gjár­­kvøl­dið í niðanfyri stand­andi frá­­greiðig, so er ikki tal­an um met­ingar viðv. Sisero. Tað var eitt tíðarskeið, at met­ing­ar vóru aktuellar, men tað bleiv rætt­að við inn­latn­um upp­gerð­um, so talan er jú ikki um metingar. Men eg við­hefti eitt bók­ingar­yvirlit fyri Si­­sero, sum vísir post­er­ing­ar og harvið eisini metingar.
Sum eg skilti á tær í tele­fonini í gjár, so ynskti tú eis­ini tilfar, sum var áhuga­vert í mál­i­num. Tað er sjálv­andi trup­ult hjá mær at meta um, men vit hava í dag sent alt til­far í mál­i­num til ein fjølmiðil, eft­ir eina inn­lits-umbøn, so tú sum part­ur í máli­num kanst her­við eisini fáa tað tilfarið
vinarliga
Eyðun Mørkøre
stjóri«

Burtur úr hesum upp­lýs­ing­um frá stjóranum í Taks kem­ur løg­mað­ur til ta niður­støðu, at iva­samt er, um feløg hans­ara yv­irhøv­ur hava giv­ið tí almenna nakað tap.
Tí sama seinnapartin, hend­­an 10. august klokkan 15:42 skriv­ar løgmaður so­leið­is á sín Facebookprofil:
»Ein spennandi vika og eitt gott viku­­skifti fyri framm­an, havi nú fing­­ið mill­um­­verð­andi mill­­um lands­kass­an og feløg sum eg havi átt í, og havi sent tey víðari til Norð­­lýs­ið og Kring­varp­ið.
Tøl­­ini eru so lítil, at eg enn ikki havi fingið endaliga stað­­­fest, um tað var nakað mill­­um­­­­v­er­­andi yv­ir­høv­ur.
Tað er eitt sindur snóp­is­ligt at fel­øg sum gjøgnum 10 ár sel­du fyri 2 mia kr, høvdu 50 fólk í ar­beiði um árið, høvdu gold­­­ið 80 mió í farmagjøldum til før­oysk flutningsfeløg, høv­du gold­ið 50 mió í rent­um til før­oysk­ar bank­ar, høv­du gold­ið tí al­menna 10 tals mió í MVG og Skatti.
Tað nega­tiva skal dyrk­ast hjá onkr­um fjøl­miðli, tað góða skal fjal­ast.
Hav eitt gott vik­u­skifti øll som­ul.
Tann 10. august kl. 15.42«

Tilvitað villleiðing
Sama dag klokkan 17:26 send­­ir løgmaður Kaj Leo Jo­hann­e­sen ein teldupost til blað­stjór­an á Sosialinum, sum er so­ljóðandi:
»Innlit er latið, so er spurn­ing­ur­in um hesi fel­øg eiga mvg og skatt til­góð­ar v Kaj Leo
Sendt fra min iPhone«
Gjøgnumgongdin av hes­um sam­skifti millum Kaj Leo Jo­hannesen, løgmann, og Eyð­un Mørkøre, stjóra á Taks, prógv­ar, at løgmaður veit, at tal­an er um staðfest tap hjá lands­kassanum upp á Spf Sisero upp á um 200.000 krón­­ur bara í mvg.
Tí er tað tilvitað vill­leið­andi, tá løgmaður skrivar á Face­­book, at »eg enn ikki havi fing­ið endaliga staðfest, um tað var nakað millumverandi yvir­­høvur«, og tá hann skrvar til blað­stjóran á Sosialinum, at »spurn­ing­ur­in er um hesi feløg eiga mvg og skatt til-góð­ar«.


TÍÐARRØÐ
26. mai:
Lesararbræv á Vágaportalinum, har sagt verður m. a., at løgmaður og Jørgen Niclasen gjøgnum verandi ella likviderað feløg skylda TAKS mvg

30. mai:
Sosialurin endurgevur skuldsetingarnar og spyr, um nakað man vera um málið.

31. mai:
Løgmaður avsannar á Vágaportalinum skuldsetingarnar, sum hann einki kennir til – og stendur púra spyrjandi

1. juni:
Løgmaður avsannar skuldsetingarnar í Sosialinum: – Eg havi ongan kreditorlista, men eftir míni bestu sannføring skydaðu feløgini ongum nakað. Alt er uppgjørt, og hvør hevur fingið sítt, segði hann

12. juni:
Sosialurin fær innlit í búroknskapin hjá Sp/F Sisero – tí at felagið skyldar Sosialinum pengar. Roynt verður at fáa innlit í hini feløgini, tó uttan úrslit
Sosialurin leggur búroknskapin fyri løgmann, sum ikki vil kennast við hann. Sigur seg bara vera minnilutapartaeigara. Men hann er nevndarformaður

3. august:
Sosialurin prentar grein, har víst verður á, at løgmaður, hóast hann hevur sagt nei, hevur givið tí almenna tap upp á 200.000 krónur.

7. august:
Løgmaður sendir út tíðindaskriv, sum hann eisini kunnger á Facebook, har hann sigur seg vera skeivt endurgivnan í Sosialinum 1. juni – altso fyri næstan 10 vikum síðani. Sigur tó einki um, at hann so eisini er skeivt endurgivin á Vágaportalinum.
Løgmaður ber saman støðu sína í Sp/F Sisero við støðu sína sum smápartaeigari í Eik, hóast tað er himmal víður munur á at vera nevndarformaður og smápartaeigari
Sosialurin biður løgmann útflýggja búroknskapirnar, men hesi umbøn sýtir løgmaður.

15. august:
Løgmaður leggur eftir blaðstjóranum á Sosialinum á Facebook og sigur, at »... hevði okkurt verið rætt sum hann skrivaði hevði tað verið suttligari at lisið«

17. august:
Løgmansskrivstovan sigur upp haldið hjá løgmanni av Sosialinum. Seinni sama dag viðgongur løgmaður í Degi & Viku, at hann hevur ført tí almenna tap.

SOLEIÐIS HEVUR LØGMAÐUR SKRIVAÐ Á FACEBOOK:

Kaj Leo Holm Johannesen: Blaðstjórin á Sosialinum heldur áfram við sínum ósannindum um hvat løgmaður skal hava sagt og ikki, og hann er nú eisini lopin á blaðstjóran á Dimmalætting, hví hann ikki eisini, er farin at steina og lúgva uppá løgmann. Eirikur kann ikki heilt seriøst samanbera seg sjálvan og sítt trúðvirði við blaðstjóran á Dimmalætting, tað hevur hann slett ikki standard til, Dimma hevur nú einaferð eitt nógv størri trúðvirði, enn blaðstjórin á Sosialinum nakrantíð hevur havt. Eg havi greitt frá mínari søgu beinleiðis í KVF seinast fríggjakvøld, uttan klippingar og skeivar ósannar endurgevingar.
tann 22. august kl. 16.00

Kaj Leo Holm Johannesen: Blaðstjórin á Javnaðarblaðnum Sosialinum hevur fingið løgmann um skrúvuna, hevði okkurt verði rætt sum hann skrivaði hevði tað verði stuttligari at lisið.
Tann 15. august kl. 22.33

Kaj Leo Holm Johannesen: Ein spennandi vika og eitt gott vikuskifti fyri framman, havi nú fingið millumverðandi millum landskassan og feløg sum eg havi átt í, og havi sent tey víðari til Norðlýsið og Kringvarpið. Tølini eru so lítil, at eg enn ikki havi fingið endaliga staðfest, um tað var nakað millumverðandi yvirhøvur. Tað er eitt sindur snópisligt at feløg sum gjøgnum 10 ár seldu fyri 2 mia kr, høvdu 50 fólk í arbeiði um árið, høvdu goldið 80 mió í farmagjøldum til føroysk flutningsfeløg, høvdu goldið 50 mió í rentum til føroyskar bankar, høvdu goldið tí almenna 10 tals mió í MVG og Skatti. Tað negativa skal dyrkast hjá onkrum fjølmiðli, tað góða skal fjalast.
Hav eitt gott vikuskifti øll somul.
tann 10. august kl. 15.42

Kaj Leo Holm Johannesen: Blaðstjórin á Sosialinum endurgevur ikki rætt, tilvitað ella ótilvitað í greinum um mín persón og um feløg sum eg havi átt partabrøv í, eg havi og komi ongantíð at siga ósatt um nøkur viðurskifti.
Tað er beinleiðis manipulatión at taka skuld úr roknskapi, og ikki taka ogn við, og seta tað á prent. Havi ongantíð sagt at einki felag hevur mist pening av felagi sum eg havi átt partabrøv í, líkamikið um eg havi átt 1/3 av partabrøvum í felagnum ella 16,66 % av partabrøvum í felagnum. Og tað er rætt at okkara felag KRK Holding misti meira enn 5 mió kr uppá syrgiliga húsagangin hjá Faroe Seafood og var ein høvuðsorsøk til at okkara felag var tikið við í fallinum, ein syrgilig søga sum Sosialurin átti at verði ov góður til at válkað sær við stórari skaðafrøði.
tann 7. august kl. 13.56

Kaj Leo Holm Johannesen: Góðan morgun Tað er ikki hissini javnaðarblaðið Sosialurin er eftir løgmanni um alt millum himmal og jørð.
Persónlig jagstran síðan løgtingsvalið er dagligdagur hjá blaðstjóranum.
tann 3. august kl. 07.43