-Støðan er óbroytt, men enn vita vit ikki, hvørjar avleiðingar bløðingin fer at hava. Vit vita ikki, um hann verður førur fyri at flyta seg, ella um hann verður førur fyri at hugsa, og tað fáa vit heldur ikki at vita enn, sigur stjórin á sjúkrahúsinum, har Sharon liggur við andingartóli og vitleysur.
Tann stóri spurningurin, sum ísraelsfólk, onnur í Miðeystri og leiðandi politikarar í USA og Evropa seta sær, er, hvussu heilsustøðan hjá Sharon fer at ávirka viðurskiftini í Miðeystri. Seinastu tíðina hevur støðan verið ótrygg í Gaza-geiranum. Nú er støðan í sjálvum Ísrael eisini ótrygg.
Palestinski forsetin, Mahmoud Abbas, hevur boðað ísraelsku stjórnini frá, at hann harmast tað, sum er hent Sharon, og at hann stúrir fyri, hvat kann henda. Eygleiðarar siga, at hóast teir báðir vóru ósamdir um bæði eitt og annað, so vóru teir á ein hátt vinmenn.
-Eg vóni tað besta, segði Abbas, tá hann varð spurdur um heilsustøðuna hjá sínum fyrrverandi erkafígginda.
Umstríddur leiðari
Men tað eru fá í tí arabiska partinum av Miseystri, sum fara at sakna Sharon á tí politiska pallinum. Minnini frá krígnum í Libanon og hópmorðunum í flóttafólkalegunum Sabra og Shatilla í 1982 verða framvegis havd á munni. Men tað var sami maður, sum gav palestinunum Gaza aftur eftir 38 ára herseting.
-Sharon er tann einasti, sum kann fáa frið í lag, hevur egyptiski forsetin, Hosni Mubarak, sagt. Hinir arabisku leiðararnir kunnu í hvussu er siga, at Sharon var í hvussu er ein, sum teir kendu.
Á stjórnarfundinum í gjár stóð stólurin hjá Sharon tómur, og eingin veit, hvør kemur í hann, ella hvussu framtíðin verður.
-Vit tosa um eitt heilt nýtt tíðarskeið - um tíðina eftir Sharon, segði andstøðupolitikarin Tommy Lapid í gjár.
Sharon var ein óvanliga sterkur leiðari og nógv sterkari enn enn eftirmaðurin, sama hvør hann verður, og sambært ísraelska tíðindamanninum Emmanuel Rosen hava ísraelsmenn orsøk til at stúra.
-Tá ein ísraelskur leiðari kennir seg veikan, leggur hann á arabararnar, sigur Rosen.
Aftur Netanyahu?
At Sharon fer úr politikki er einki minni enn ein politiskur jarðskjálvti í Ísrael. Roknað varð við, at nýggi flokkur hansara fór at fáa 40 av teimum 120 sessunum í tjóðartinginum, og nógv væntaðu, at Sharon fór at taka nøkur týðandi stig í friðartilgongdini í næsta valskeiði fyri at tryggja sær eitt betri eftirmæli. Men tað letur seg ikki gera nú, og uttan hann fær tann nýggi flokkurin bara 13 tinglimir. Samstundis royna bæði Likud og Arbeiðaraflokkurin at fáa fatur á teimum, sum herfyri vendu flokkunum bakið og fóru í part við Sharon.
Eygleiðarar í Ísrael siga, at eydnast tað Arbeiðaraflokkinum at fáa tann gamla Shimon Peres uppíaftur, kann tað væl henda, at nýggi flokkurin hjá Sharon fer fyri bakka. Velur Benjamin Netanyahu samstundis at flyta seg nærri miðjuni, kann valið tann 28. mars seta hann í tann tóma stólin hjá Sharon. Men tað fer ikki at seta ferð á friðartilgongdina, heldur tvørturímóti, siga eygleiðararnir.
Kelda: Dagsavisen