Vitjanin hjá fólkatónleikarastevnuni í Fugloy byrjaði við eini konsert í skúlanum í Hattarvík og helt fram við enn eini konsert í kirkjuni. Á báðum konsertunum var so fullsett, at illa fekst sitipláss til øll. Síðani varð farið til
Kirkju har konsertferðin helt fram í kirkjuni.
Aftaná var føroyskur dansur, har Árni Dahl, skipaði. Serliga nógvir útlendingar vóru í Fugloy hendan dagin, og nýttu teir flestu høvið at vera við í dansinum.Frá føroyska dansinum innadura, helt dansifólkið síðani á uttandura til tann ljósa morgun.
Fólkatónleikararnir lata avbera væl at vitjanin í Fugloy, har øll, bæði eldri og gomul, gestir og bygdafólk, vóru við í hugnanum frá fyrstu til seinastu fólkatónarnar.