Tónleikari í rullistóli

Tom Sonntag situr í rullistóli og hevur vøddasvin. Men hetta forðar honum ikki í at ferðast kring knøttin fyri at framføra sín tónleik. Hann er eitt kent navn í Finnlandi og Estlandi, men í løtuni er hann í Føroyum, og fer hann at hava tvær konsertir her

Hóast Tom Sonntag ikki er sum tónleikarar flestir, so er hansara tónlistarlig bakgrund lítið óvanlig. Sum so mangir aðrir tónleikarar, so hevur hann fingið tónleikin inn við móðurmjólkini. Foreldrini spældu tónleik og systkin hansara eisini, so tí var tað púra natúrligt, at hann sum seks ára gamal fór at spæla klaver.
Sum lítil smádrongur var Tom Sonntag sum børn flest. Men tá hann varð níggju ára gamal fekk hann staðfest vøddasvinn. Tom fór til kanningar, tí hann ikki megnaði tað sama sum javnaldrarnir, tá tey høvdu ítrott í skúlanum. Tíbetur fyri hann, so menti sjúkan seg ikki so skjótt, so Tom fekk ein barndóm sum øll onnur í Ingå í Finnlandi.
Sum 22 ára gamal kom Tom Sonntag til Danmarkar. Hann hevði tá gingið á tónleikaháskúla í Finnlandi í tvey ár, men kendi á sær, at hann mátti ríva seg leysan úr teimum føstu og kendu formunum, fyri at finna seg sjálvan.  Í roynd og veru noyddist eg út í heimin fyri at finna meg sjálvan, men tað hevði sjálvandi eisini nakað við mítt handikapp at gera, tí á fremmandari grund fekk eg meg veruliga royndan, greiðir Tom Sonntag frá.
Og júst hansara handikapp hevur havt ógvuliga stóran á tilveruna hjá Tom. Tí er tað undranarvert, at ein sum situr í rullistóli og ikki fær staðið, hevur eitt so lætt so lyndi og positiva lívsáskoðan.  Har er tað trúgvin á gud, sum eg havi fingið í gávu frá tí eg var barn, ið ger, at eg eri glaður hóast mítt handikapp. Gud er allastaðni í náttúruni, og hann er størri enn alt. Eisini størri enn mítt handikapp, og tí er tað, at eg hvíli í honum og eri eydnusamur, greiðir Tom Sonntag frá.
 
Individuellar upplivingar
Og júst náttúran hevur ómetaliga stóran týdning fyri Tom Sonntag og tónleik hansara.  Tað er í náttúruni, at eg síggi, at gud ikki er avmarkaður til at vera í eini kirkju. Niðri við sjóvarmálan eri eg at kalla hvønn dag. Har finni eg frið, og friðurin er týdningarmikil, um tú ætlar at hoyra teg sjálvan og hvør tú ert, sigur Tom og vísir á, at tað er í náttúruni, at fær íblástur til tónleikin hjá sær. Tónleikin, hann sjálvur kallar fyri norðurlendskar ljóðmyndir, tí hann ynskir at skapa nakrar huglagsmyndir fyri áhoyrarafjøldini.
Hóast Tom Sonntag er trúgvandi maður, so sær hann tað ikki sum sína uppgávu at umvenda so nógv fólk sum gjørligt ígjøgnum.  Eg eri trúgvandi, men eg nýti tónleikin at geva lurtarunum nakrar huglagsmyndir av norðurlendsku náttúruni. Avgjørt ikki fyri at umvenda fólk, tí hevði eg roynt tað, so hevði eg samstundis avmarkað gud, tí hann er jú nógv størri enn eg. Eg hevði avmarkað gud, tí eg fortelji tá um mínar upplivingar og sannføringar, men hann er so øgiliga nógv meiri enn tað.
Í einum av yrkingum sínum, sigur Tom Sonntag: Jeg er et af mange instrumenter der klinger med de toner Gud spiller, og hesa yrking vísir Tom Sonntag til, tá tosið fellur inn á hetta.  Eg eri bara eitt ljóðføri, og havi ikki svarið, sigur hann, og vísir á, at hann hevur tað á sama hátt við sínum tónleiki.  Eg ynski ikki, at allir áhoyrararnir skulu fáa akkurát tað sama burtur úr mínum tónleiki. Tað skulu vera individuellar upplivingar, har hvør einstakur fær sítt egna upplivilsi við sær. Tí ynski eg ikki at fortelja ov nógv um mín tónleik  hann skal upplivast, sigur Tom Sonntag.
Tom Sonntag sigur eisini, at tá hann framførur so hevur ongantíð nakra fasta skrá.  Eg havi nøkur løg, eg veit eg fari at spæla, men 70% av framførsluni er improviserað, tí eg vil hava, at tað er løtan júst tá, sum er avgerandi fyri, hvat tað er eg fari at framføra.
 
Sum ein humlubýfluga
Síðani 1995 hevur Tom Sonntag sitið í rullistóli, men hevur hann kunnað reist seg hóast tað. Men í 2004 var hann í eini ferðsluvanlukku, sum hevði við sær, at hann síðani als ikki hevur staðið upprættur.
Hetta forðar tó ikki manninum í at ferðast runt við sínum tónleiki. Hann hevur givið tvær fløgur út sjálvur, umframt at hann er við í eini ørgynnu av tónleikaverkætlanum, har hann bæði syngur, spælir og komponerar tónleik.  Hetta er ongin trupulleiki, sigur Tom Sonntag, tí eg fái gjørt næstan alt sum vanlig fólk. Eg má bara geva mær nógv betri stundir, tí annars meldar kroppurin pass, sigur maðurin, sum onkur hevur samanborið við eina humlubýflugu. Humlubýflugan stendur í andsøgn við allar náttúrulógir, tí hon, orsaka av sínum skapi, ikki eigur at kunna flúgva. Men hon flýgur runt sum allar aðrar býflugur. Tað sama ger Tom Sonntag. Hann ferðast runt júst sum øll onnur fólk, men bara við eini lívgleði og einum sovorðnum løttum lyndi, sum vit øll høvdu kunnað lært okkurt av.
Tom Sonntag býr í dag í Danmark, har hann hevur egið studio, Sonnmusic. Eitt studio, sum Stamen Stantchev brúkar í løtuni, har hann arbeiðir við eini fløgu. Men nú er Tom Sonntag í Føroyum, og fer hann at hava tvær framførslur. Eina hósdagin í Vesturkirkjuni kl. 19.00 og hina í Fríðrikskirkjuni, og tað verður sunnudagin kl. 16.00.
Tom Sonntag syngur og spælir sjálvur, men við sær á ferðini í Føroyum hevur hann ein hjálpara. Hon eitur Josh Tuutsi, og sambært Tom so hevði hann als ikki kunnað ferðast sum hann ger uttan hana.  Hon er mínir armar og mínar føtur, sigur hann, men sjálvandi ikki, tá ið eg spæli, leggur hann skemtandi aftrat.