Tónleikur í 1000 ár

Mánakvøldið 14. juli varð skipað fyri áhugaverdum evnislestri í tónleiki í Valhøll í Syðrugøtu. Norski Odd Sylvarnes Lund, ið er professari við tilknýti til tónleikaháskúla Noregs, greiddi frá ljóðførum úr víkingatíðini

“Tónleikur í 1000 ár” var heitið á áhugaverdum evnislestri í tónleiki, ið varð hildin í Valhøll í Syðrugøtu mánakvøldið 14 juli. Norski professarin, Odd Sylvarnes Lund, greiddi frá ljóðførum, ið hava verið til í samtíð Tróndar. Hann greiddi gjølla frá lúðurinum, hvat hann upprunaliga varð nýttur til, og hvussu hann við tíðini gjørdist tónleikaljóðfar. Harumframt greiddi hann frá hvussu longdin og skapið avgera tónarnar. Síðani framførdi hann eisini við tveimum ymiskum lúðrum, fyrst okkurt traditionelt, og síðani vísti hann hvussu lúðurin eisini kundi nýtast til dansitónleik. 

Odd Sylvarnes Lund vísti eisini onnur tól, ið verða nýtt til at geva serstøk ljóð við, millum annað eina tunna fjøl, ið hann mól runt í luftini. Henda fjølin gav eitt gandakent ljóð frá sær, ein lágan bass, sum gav eitt serligt ljóðlag til stykkið, ið hann samstundiðs spældi á lúðrinum. 


Fjøltáttað og øðrvísi

Umframt lúðurtónleik var eisini nógv annað á skránni. Odd Sylvarnes Lund sýnti fram floytur av ymiskum slag, millum annað eina beinfloytu, ið var gjørd av reindýrabeini. Hetta var eitt sera gamalt ljóðføri, ið varð nýtt fyri meira enn 1000 árum síðani. Tað er ein lítil floyta, á stødd við ein lógva, og spælir ein høgan og kláran tóna. Harumframt sýnti hann fram og spældi á seljufloytu bukkahorn og munnharpu.

Tað serliga við øllum hesum ljóðførunum er, at tey øll søguliga eru eldri enn 1000 ár, og vóru til áðrenn streingjaljóðførini. Harumframt eru tey eisini virkaði úr tilfari, ið er at finna í Noregi, og hava sostatt øll verið til í Noregi um ár 1000, tá Tróndur í Gøtu eftir øllum at siga livdi.

-Tey eru gomul, primitiv, Norsk blásturljóðføri. Bukkahornini havi eg sjálvur fingið til høldar og gjørt, og øll hesi ljóðførini eru sera gomul. Elsta munnharpan er umleið 1000 ár, og øll hini eru eldri. 


Spælir øll ljóðførini sjálvur

Odd Sylvarnes Lund greiddi eisini frá sínum egna tónleiki, ið er serstakur. Hann spælir sjálvur øll tey ljóðførini, ið hann sýnti fram og greiddi frá, og hann hevði tvær fløgur við, ið hann lat ljóða.

- Eg spæli klassiskan fólkatónleik, tó onkuntíð er tað blandingstónleikur, har elektriskur gittari er við.

Eina fløgan, ið hann sýnti fram, eitur Lur & Bukkehorn, og er hon serstak á tann hátt, at bert lúrur og bukkahorn verða nýtt.

-Hetta er einasa fløga í heiminum, har bara lúrur og bukkahorn eru við, greiðir Odd Sylvarnes Lund frá.

Samanumtikið var hetta eitt øðrvísi og áhugavert tiltak, ið gav innlit í tónleikaheimin á døgum Tróndar.