- Tey eru minnisveik og ofta gloymd. Men tey eru har kortini. Tey rakna við og gleðast, tá tey hoyra tónleikin.
Tað sigur Sigrið Rasmussen, sum av tilvild byrjaði at spæla tónleik á røktarheimum, og nú er í fulltíðarstarvi hjá Aalborg kommunu sum røktarheimstónleikari.
Talan er um eitt heilt nýtt starv, sum varð skipað til Sigrið, tí tónleikurin hevði so stóra jaliga ávirkan á búfólkini teir mánaðirnar, hon var í royndarstarvi.
– Tað ræður um at fáa tey at minnast. Á ein ella annan hátt vaki eg tey við tónleikinum. Minnast tey, so eru tey við beinanvegin, og tað sæst á teimum, hvussu tey gleðast. Eisini tey, sum eru so illa fyri, at tey einki kunnu, fylgja við og lurta, og friður fellur á tey, greiðir Sigrið Rasmussen frá.
Lesa alla samrøðuna við Sigrið Rasmussen í Sosialinum í dag.