Talan var ikki um umstøður, sum onki var at gera við og tí slapp Kambur ikki at leggja 50 tons av fiski upp í Íslandi og at føra tey heim í bingjum.
Tað sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum. Hann hevur verið fyri atfinningum eftir at hann noktaði Kambi at leggja 50 tons av fiski upp í Íslandi, og at føra hann heim í bingjum, og nú vildi Jógvan á Lakjuni, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin, hava landsstýrismannin at greiða alment frá, hví hann kom til ta niðurstøðuna.
Høgni Hoydal sigur, at Kambur vildi sleppa at leggja 50 tons upp í Íslandi, og at føra fiskin heim til Føroya í bingjum, tí at kvotan hjá Kambi er 280 tons, men hann tekur bara 230 tons av frystum fiski. Hugsanin hjá reiðarínum var tískil at landa 50 tons í Íslandi og at føra fiskin heim í bingjum, so at skipið kundi fiska alla sína kvotu á sama túri, heldur enn at fara nýggjan túr eftir 50 tonsum.
Høgni Hoydal sigur,a t eftir lógini skal allur fiskur landast í Føroyum, men kortini ber til at geva undantak, tá ið talan er um force majeure, altso umstøður, sum einki er at gera við, eitt nú motorbrek.
Men mett verður ikki, at støðan hjá Kambi kemur undir reglurnar um force majeure og tí varð niðurstøðan fiskurin kundi ikki landast í Íslandi.
Høgni Hoydal sigur, at ætlanin við kravinum um, at fiskurin skal um føroyskan kaikant, er at tryggja, at sum mest av fiski kemur upp á land í Føroyum fyri at skapa arbeiðspláss á landi í Føroyum, og fyri at at geva virkjum á landi í Føroyum betri atgongd til rávøru.
Sjálvur ætlaði Høgni Hoydal, at 75 prosent av øllum fiski skuldu landast í Føroyum, men Løgtingið broytti tað, so at nú stendur tað í lógini, at alt skal landast um føroyskan kaikant. Tá ið hetta er vilji Løgtingsins, fari eg at halda meg til hetta, sigur Høgni Hoydal.
Tó hevur hann enn aftur nú skotið upp at gera reglurnar smidligari so at hann fær heimild til at gera undantak, eisini tá ið talan ikki er um force majeure. Eitt dømi um tað kann vera, at móttøkuorkan á landi í Føroyum er ein fløskuhálsur. Eitt annað dømi um hetta er, at fiskifar skal kunna leggja fisk upp aðrastaðni, men at veiðan seinni verður flutt til Føroyar og seld her.