Filmslistin slapp serliga væl framat »Oscar« í februar í ár við virðislønum til Cohen brøðurnar. Eina minni virðisløn til indie-filmin Juno og ikki minst til kultleikstjóran Paul Thomas Anderson (Magnolia) fyri filmin There Will Be Blood, ið hvørki er ein lættisoppafilmur ella ein blockbuster-filmur, men heldur ein lagnutung søgu frá Gamla Testamenti, um samanbestin millum mammon og trúgv. Cohen brøðurnir stóru vinnarnir Ársins Oscarvirðislønir fullu sum nógv høvdu væntað. Cohen brøðurnir gjørdust stóru vinnarnir við besta filmi og teir vunnu sum bestu leikstjórar fyri filmin No Country For Old Men. Hesir forslidnu og originalu autørarnir hava ongantíð gjørt vanligar mainstream filmar. No Country For Old Men vann ein uppibornan sigur, tí hesin filmurin er ein myrkur og modernaður western-noir um ein vanligan mann, ið finnur tvær milliónir dollarar í oyðimørkini. Peningurin stavar frá náðileysum drøggsmuglarum og mordarum frá Meksiko. Hin ísakaldi leigumordarin, leiktur av spanska Javier Bardem, fer beinanvegin at leita eftir honum og pengunum. Besti maðurin vann Hin írski Daniel Day Lewis (fekk Oscar í 1990 fyri My Left Foot: The Story of Christy Brown) vann virðislønina fyri bestu mannliga høvuðsleiklutin í filminum hjá Paul Thomas Anderson (Magnolia), There Will Be Blood, og franska Marion Cotillard vann virðislønina fyri besta kvinnuliga høvuðsleiklutin í franska filminum La Vie En Rose. Eisini vóru minni virðislønir til filmar sum Juno, Atonement og óføra Disney teknifilmin Ratatouille. Eittm sum eg helt var eitt sindur synd, var, at hin aldrandi Tommy Lee Jones ikki vann hendan heiður fyri stilla og vakra filmin In The Wally Of Elah, ið er um ein Vietnamveteran, ið fer at leita eftir soninum, sum júst hevur verið í hernaðartænastu í Irak. Lee Jones kundi eisini sum einki verið instillaður fyri besta hjáleiklutin í filminum No Country For Old Men, har hann stundum er hin besti leikarin. Lee Jones hevur fyrr vunnið Oscarvirðislønir sum hjáleikari fyri The Fugitive (1993) og JFK (1991) Altjóða trend innan film Innan film og bókmentir í dag kunnu vit tosa um týðulig altjóða rák, ella trends. Eitt av teimum er hin heldur banali katastrofufilmurin (I Am Legend, The Day After Tomorrow). Eitt stórt og vaksandi rák er eisini samansvørjingarfilmurin, har CIA, NSA ella FBI og amerikanska stjórnin sum heild stendur aftanfyri dráp (Shooter), politiskar og fíggjarligr samansvørjingar (Syriana) ella beinleiðis fremur píning (Captivity). Ein stór og vaksandi genra í dag er beinleiðis politiski filmurin, so sum Sicko hjá Michael Moore og An Inconvenient Truth hjá Al Gore. Í eini tíð við einaræðisharrum, høgravendum politikarum frá USA har píning og yvirgangi verður sannleikin kanska fyrsta ofrið. Í slíkum tíðum trívist mytan og tankar um samansvørjingar. Mytan hevur fyrr givið menniskjum eina kenslu av samanhangi og kunna tulka heimin. Í eini tíð við avmytologisering, sekularisering og postmodernaðari tilverufatan, har trúgv og ideologiir ikki longur hava sama vald, er mytan helst livnað aftur. Eitt annað áhugavert rák innan filmin í dag er søguligi filmurin, ella vitnifilmurin. Serliga týskarar standa sterkt í dag við nógvum søguligum filmum (Der Untergang, Das Leben der Anderen, Sophie Scholl: Die letzten Tage, Rosenstraße o.s.fr.). Serliga søgur um fólkamorð, hópdráp og fortrongdar partar av søguni og okkara minnismentan í 20. øld. er eitt sterkt rák, tí vit hava brúk fyri at minnast og arbeiða við søguni her í 21. øld. Í hesum bólkinum er ársins oscarvinnari, sum vann í bólkinum útlenski filmur, nemliga The Counterfeiters frá Eysturríki, ið snýr sum um fangar í einari konsetratiónslegu, ið framleiða falskar dollarseðlar. Í ár var polski filmurin Katyn eftir Andrzej Wajda eisini instillaður, ið er um hópdrápini hjá Stalin, men hann vann tíverri ikki. Eisini Atonement hoyrir týðuliga til hendan bólkin, ið er ein filmatisering av kendu skaldsøguni hjá Ian McEwan. Hesin filmurin burdi verið eitt upplagt val til at fingið nógvar Oscarvirðislønir, men fekk at enda bert eina Oscarvirðisløn, ið var fyri besta tónleikin. Filmurin snýr seg um annan heimsbardaga og er ein sterk og tragisk kærleikssøga, um hvussu illa tað kom at gangast tveimum ungum fólkum í 1940. Filmurin snýr seg um tað, sum er ógjørligt at fyrigeva, og tí um at fyrigeva sær sjálvum. Eingin ivi um, at skaldsøgan er eitt megnar realistisk listaverk, men filmurin er bert góður í støðum, so tær nógvu instillingarnar til Atonement vóru fyri tað mesta spiltar. Besta kvinnan Tað vóru eisini nógv, sum antin ikki vunnu, ella yvirhøvur ikki vóru instillaði. Cate Blanchett vann t.d. ikki eina virðisløn fyri filmin Elizabeth: The Golden Age, sum nógv høvdu vanta. Her gjørdist vinnarin, heldur ókenda, Marion Cotillard (Big Fish, A Good Year) fyri leiklutin sum Edith Piaf í filminum La Vie En Rose, ið er ein hugtakandi og ævisøguligur franskur filmur um lívið hjá mest elskaðu og tragisku fronsku sangarinnuni nakrantíð. Blanchett kom heldur ikki at vinna ein Oscar fyri besta kvinnuliga hjáleiklutin í filminum: I´m Not There, um mytiska lívið hjá Bob Dylan, har hon spælir hin ungi Bob. Í ár var tað hin heldur ókenda og tó hugtakandi Tilda Swinton, ið vann fyri filmin Michael Clayton. Swinton er kend fyri leiklutir sum Orlando, Narnia og ikki minst fyri óføra góða og rørandi indie-filmin Tumbsucker frá 2005, ið eisini hevði Keanu Reeves við sum ein super løgnan tannlækna. Tumbsucker vann eina Silvurbjørn Virðisløn í Berlin í 2005 og er ein ótrúliga góður filmur. Blanchett hevur tó fyrr vunnið ein Oscar fyri filmin ”The Aviator” frá 2004. Sambært heimasíðuni IMBD hevur hon ikki vunnið færri enn 54 virðislønir. Tað harmaði meg tó, at hon ikki kundi fáa hesa fyri I´m Not There, men hinvegin var kappingin sera hørð. Stóð tað til mín, so fekk Marion Cotillard ikki stóru virðislønina, men hon skuldi verið farin til sjarmerandi og deiliga lívsjáttandi høvuðsleikarin í filminum Juno, sum eitur Ellen Page, er ein óvanligt talent, ið vit koma at síggja aftur. Hon spælir 16 ára og gamalklóka gentan Juno, ið gerðst við barn. Hon vil ikki fremja eina fosturtøku og endar við at ættleiða barnið til eitt ungt par. Hetta er ein ótrúliga fittur filmur við eini naivari søgu, men filmurin er fullur av góðum tónleiki, og hann hevur veruliga eitt vakurt ”feel-good” hjartað. At tað er Jason Reitman (Thank You For Smoking), ið hevur leikstjórnað hann, er heldur løgið. Juno fekk tó eina virðisløn fyri besta originala leikritið, og hendan virðislønin fór til sera alternativa høvundan Diablo Cody, ið møtti upp til Oscar við einari stórari tattoering á arminum. Øll Hini Tim Burtonsa filmur Sweeney Todd við Johnny Depp, gjørdist ikki nakar stórur vinnari. Hann var instillaður tríggjar ferð, men vann bert fyri art-direction. Filmurin Det gyldne Kompas vann fyri bestu visuellu effektir. Aftaná eina Oscarnátt fari eg altíð at hugsa um øll hini genialu filmfólkini í USA og kring heimin, ið hvørki í 2007/2008 ella nakrantíð hava fingið ein kjans innan Oscargáttina. Fólk sum Jim Jarmusch, Todd Solondz, Wim Wenders, Wes Anderson, Michel Gondry, og hvar eru filmar sum 300? Í ár var tó eitt av teimum frægastu árunum, har vit enn einaferð sóu tey frá Evropa fara við nærum øllum virðislønunum.