Ein av mest spennandi kappingunum higartil í ár hevur verið millum gentumanningarnar. Fýra bátar eru við í FM kappingini, og leygardagin styrkti Drekin um sína støðu, tá ið tær vunnu fyri fyrstu ferðí ár. Talan er um spildurnýggjan bát hjá Havnar Róðrarfelag, sum við sigrinum staðfesti sína støðu sum besta kappróðrarfelagið av øllum. Hetta var annað 5-mannafarið hjá teimum, sum hevur vunnið hesa kappingina í ár. Áður hava genturnar umborð á Sílinum vunnið, og Sílið, sum hesa ferð endaði á fjórða plássinum, er framvegis fremst í FM kappingini.
- Undan róðrarárinum fingu vit at vita, at vit skuldu kappast í nýggjum báti. Tað hildu vit sjálvandi vera spennandi, men tíverri varð báturin ikki klárur til Norðoyastevnuna. Vit kappaðust fyrstu ferð í honum á Sundalagsstevnuni, og nú var tað stuttligt at vinna í honum.
Vit tosa við Elviru Thomsen, sum er bátsformaður umborð á Drekanum, sum var einasti báturin, sum vann í Fuglafirði og sum ikki hevði vunnið fyrr í ár.
- Vit fingu sera góðan start, og vit fingu skjótt at vita frá stýrimanninum hjá okkum, at vit lógu væl fyri. Vit høvdu eisini góðan miðspurt og endaspurt, men sjálvt um vit hildu, at vit vóru fyrstar á mál, so tordu vit ikki beinanvegin at trúgva uppá, at vit høvdu vunnið. Men tað var beinanvegin onkur, sum rópti frá landi av, at vit høvdu vunnið, og tá vóru vit sera fegnar. Onkur græt av gleði.
Høvdu tit ikki roknað við at vunnið?
- Vit høvdu vónað tað. Hóast vit ikki hava verið fremstar í hinum fýra kappingunum, so hava vit hvørja ferð verið so mikið væl við, at vit hava mett okkum at havt møguleika fyri at vinna, og úrslitið hesa ferð vísti, at vit hava ikki mett heilt skeivt.
Sílið hevur vunnið fyrr í summar, meðan tit hava verið eitt sindur aftanfyri. Tað kundi kanska bent á, at Sílið so at siga er a-gentumanningin hjá Havnar Róðrarfela, og at tit eru b-liðið, um tað ber til at siga tað soleiðis. Hvat heldur tú um tað?
- Soleiðis hevur tað ivaleyst verið áður, men vit kenna okkum ikki sum nakað b-lið. Áður hevur tað verið soleiðis, at nýggja Sílið er komið fyrst, og at tað upp á tann mátan hevur kenst hugaligari at vera við til at manna tann bátin, enn tað hevur verið at manna Drekan, men soleiðis kennist tað ikki, tá ið tað eru vit, sum hava tann nýggjara bátin, heldur ElviraThomsen.
Kappingin hjá Drekanum við hinar bátarnir var sera stór í Fuglafirði. Drekin megnaði tíðliga at stinga seg tað mesta av einari bátslongd framum hinar bátarnar, og munurin øktist eina løtu at vera meiri enn eina bátslongd.
Sílið, Blikur og Havfrúgvin vóru við í kappingini um næstfremsta plássið. Blikur og Havfrúgvin megnaðu at minka um munin fram til Drekan, meðan Sílið dragnaði eitt sindur. Á málinum var fjarstøðan frá Drekanum og til Havfrúnna ein lítil hálv bátslongd, meðan Blikur var eina stóra hálva bátslongd aftanfyri Havfrúnna og Sílið var eina lítla hálva bátslongd aftanfyri Blik. Hinir bátarnir vóru væl aftanfyri, og Hulda, sum kom síðst á mál, nýtti 45 sekund meiri um teir túsund metrarnar, enn nýggi báturin hjá Havnar Róðrarfelag gjørdi.
Óroyndir rógvarar
Tað hevur gingið eitt sindur striltið hjá Drekanum at hildið upp á fólkið fyrr í summar. Hetta var bara onnur ferðin, at tær róðu við somu manning.
- Vit hava verið óhepnar, tí tað hevur fleiri ferðir verið neyðugt at skifta onkran út, tí tær hava verið skaddar, sigur bátsformaðurin á Drekanum.
Drekamanningin á Varmakeldustevnuni var henda: Linda Dam Jacobsen - Ata Høgnadóttir, Elin Sjúrðardóttir, Lisa H. Mikkelsen, Hildur Enni, Elvira Thomsen og Katrin Sørensen. Tær eru millum seytjan og tjúgu ára gamlar, og tað eru bara tvær teirra, sum undan hesum kappingarárinum hava roynt seg í kappróðri.