Tær hava felags heila

Tvíburðarnir Dounaa og Ihsane hava hvør sín kropp, men felags heila

Tær báðar genturnar vórðu føddar á einum sjúkrahúsi í marokkanska høvuðsstaðnum Rabat fyri næstan trimum vikum síðani.

 

Tær hava hvør sín kropp við ørnum og beinum, og tær hava síni eygu og egna nøs, men høvdini eru samanvaksin.

 

Professarin Ittaibi, sum arbeiðir á Avicenne-sjúkrahúsinum, sigur við fronsku tíðindastovuna AFP, at tað ber ikki til at skilja tær báðar genturnar frá hvør aðrari. Tískil noyðast Dounaa og Ihsane at liva saman alt lívið, men vanliga fáa siamesiskir tvíburðar ikki so langt lív.