G! Festival kunngerð í morgun at víkingarokkbólkurin, Týr, spælir einastu konsertina í Føroyum í summar á festivalinum í Gøtu.
Týr spælir konsertir um allan heim og skulu í summar m.a. á konsertferð í suðuramerika og Europa. Eittans rend gera Týr til Føroya, og tað er á G! sum verður vikuskiftið 14. til 16. juli.
Týr hava júst givið út nýggju fløguna, The Lay of Thrim, og hava kanska meira vind í seglunum nú, enn nakrantíð. Nýggja fløgan, sum er útgivin á Napalm Records, hevur fingið framúr ummæli, og liggur bólkurin í løtuni nr 1 á CMJ útvarpshittlistanum í USA.
G! Festivalurin avdúkar fleiri nøvn á skránni hesa vikuna. Fríggjadagin var tað Orka, í dag er tað Týr, og í morgin og ovurmorgin boðar festivalurin frá fleiri avdúkingum.
www.tyr.fo <http://www.tyr.fo/> , www.facebook.com/tyrband