Tónleikur
Rógvi Nybo
Týr hevur veruliga fingið viðburð við nýggju fløguni hjá teimum. Fløgan, ið nevnist By the Light of the Northern Star, er longu millum 100 tær best seljandi í Týsklandi.
Fremst á listanum eru eitt nú Green Day, U2, Eminem og Lady Gaga. Longri niðri eru Katy Perry nummar 82, Coldplay nummar 84 og Metallica nummar 85. Einans trý pláss við síðuna av, á 88. plássi, liggja Týr frammanfyri eitt nú Nickleback, Neil Young og Linkin Park.
Síðsta fløgan hjá Týr, Land, seldi sera væl, nevniliga yvir 20.000 eintøk. Men hetta var ikki nokk til koma á topp 100 listan í Tysklandi. Teir fáa ikki nágreiniligu sølutølini fyri hesa nýggju fløguna fyrr enn um nakrar mánaðir, men higartil sær úrslitið gott út.
- Eg fekk tað at vita fyrrakvøldið av umboðsmanninum hjá okkum, sigur Heri Joensen, forsangari í Týr við heimasíðuna hjá Mess
- Sama kvøldið skrivaði stjórin á plátufelagnum og ynskti okkum tillukku. Hann greiddi frá, at tað er ikki vanligt fyri bólkar hjá teimum at rúka inn á listan soleiðis, so vit eru ógvuliga glaðir fyri hetta, staðfestir Heri Joensen fyri heimasíðuni mess.fo.