TIL ARBEIÐIS
Nakrar dagar fyri jól fóru nakrar kvinnur úr Eysturoy umborð á flakatrolaran Enniberg, sum liggur við Vestaru Bryggju í Havn, at vaska.
At skip fáa eina høvuðsreingerð eina ferð um árið – ella við nøkrum árum ímillum – er ikki óvanligt. Hinvegin eru tað ivaleyst tey fægstu reiðaríini, sum regluliga lata síni skip vaska av øðrum enn manningini sjálvari. Men tey reiðarí, sum soleiðis hava tikið av hesum møguleika einaferð, eru ofta tey, sum venda aftur eina aðru ferð.
Alt endavent
Ása Gaardlykke, búsitandi í Saltangará, stílar líka sum fyri vaskingini av Ennibergi. Veitarin er Eysturoyar Reingering, og Ása sigur, at hon hevur vaskað fyri felagið í tilsamans 12 ár.
- Minnist eg rætt, byrjaðu vit at vaska fyrsta skipið hin 27. desember fyri 12 árum síðan. Vit vóru einar 8-10 kvinnur, sum kundu traðka til tey fyrstu árini, men nú eru bert tvær av teimum ”gomlu” eftir. Hin er Maria Hansen, sum eisini býr í Saltangará, men hon fekk ikki verið við í vaskingini hesaferð, tí hon er burturstødd.
At vaska skip gevur ikki so regluligt arbeiði, at hetta er nakað, ið livast kann av, um fólk hava fíggjarligar skyldur at røkja. Tí er tað komið væl við hjá teimum, sum starvast hjá Eysturoyar Reingering, at tey seinnu árini eisini hava vaskað fyri Tryggingarfelagið Føroyar.
- Nú vit hava vaskað Enniberg, hava vit í sama tíðarbili eisini verið á Skála, har vit hava vaskað fyri tryggingina. Teir, sum eiga Enniberg, eru lagaligir og hava latið okkum tikið hetta arbeiði inni ímillum.
Tá Sosialurin vitjaði umborð á Ennibergi seinnapartin mikudagin, var Ása saman við tveimum øðrum ungum kvinnum til arbeiðis.
- Vit hava áður vaskað umborð á Ennibergi, men tað eru nøkur ár síðan. Nú verður alt skipið endavent, øll manningarrúm, uppihaldsrúm, wc’ir og brúgv fáa ein veruligan umgang. Hvør koyggja og hvørt skáp verður vaskað, og hvør madrassa verður støvsogin. Vindeygu verða pussað, og allar gardinur verða tiknar niður og vaskaðar í landi. Sjálvt lampustøðini verða tikin niður, og hvør skermur verður vaskaður.
Ása sigur, at manningin, sum er umborð á skipinum um dagarnar, hevur verið hjálpsom, tá tær ikki altíð hava fingið lampustøðini niður undan – ella okkurt annað hevur verið, sum tær hava noyðst at biðið teir hjálpa sær við.
- Tað er strævið at vaska skip, serliga undir loftinum og lampustøðini, sum eru so mong í tali. Her eru nógv kømur og enn fleiri koyggjur og skáp at fara um, sigur hon.
Tær, sum vaska umborð á Ennibergi, hava eisini hitt reiðaran, Mortan og konuna, Hildigunn, og bæði hava verið blíð, fyrikomandi og takksom fyri arbeiði, ið gjørt er.
Ása sigur, at seinastu skipini, tær hava vaskað, vóru Stelkur, Bakur, Jaspis og Ametyst, sum tær vaskaðu í summar.
Misti mammuna
Hóast Ása Gaardlykke hevur verið knýtt at Eysturoyar Reingering seinastu 12 árini, hevur hon eisini fingist við ymiskt annað.
Í sjey ár arbeiddi hon í matvøruhandlinum Napoleon Jacobsen á Glyvrum, men hon hevur eisini arbeitt í saltfiski hjá D.P. Højgaard í Oyrunum á Toftum og í flaki á Lynfrost í nøkur ár. Okkurt skifti var hon eisini á Nyki á Toftum og á Bakkafrost á Glyvrum.
- Eg var ikki meiri enn 13 ára gomul, tá eg eftir skúlatíð byrjaði at arbeiða í saltfiskinum hjá D. P. Højgaard í Oyrunum. Fiskurin var vaskaður í kjallaranum og turkaður og pakkaður í erva.
Ása Gaardlykke, sum vaks upp á Nesi, var bara hálvt triðja ára gomul, tá pápi hennara, Karl Martin, doyði, og mamma hennara sat eftir við seks børnum.
- Karl Martin, sum varð uppkallaður eftir pápa mínum, var nýfrøðingur, føddur 5. juli sama ár, sum pápi mín doyði 22. september. Sólrun, sum var elst, var bert sjey ára gomul. Mamma mín var Magnhild, ættað av Gadd á Nesi, og hon giftist ongantíð uppaftur.
Ása og maðurin Jørmund, sum er ættaður úr Lamba, giftust 18. september í 1971. Tey eiga børnini, Albertu, sum er 24 og Ásmund, sum er 21 ára gamal.
- Jørmund hevur verið sjómaður øll árini, síðan vit giftust, undantikið eitt ár, sum var árið, tá Alberta varð fødd, sigur Ása Gaardlykke.